Tíðindaskriv:
Tað er altið spenningur í, tá stysti og skjótasti teinurin í svimjing skal svimjast, og longu innleiðandi sunnumorgun setti Bartal føroyskt met við tíðini 23.39, men fáar tímar seinni til finaluna sunnukvøldið, setti hann aftur føroyskt met við tíðini 23.13.
Bartal átti sjálvur føroyska metið frammanundan, sum hann setti til Swim Open Tórshavn í apríl, tá hann setti føroyskt met við tíðini 23:46.
– Vit ynskja Bartali hjartaliga til lukku við føroyska metinum.











