Føroyskur filmur vunnið gull

Nýggja ferðavinnubrandið og filmurin, sum varð gjørdur fyri Føroyar, hevur higartil í ár vunnið gull á trimum altjóða filmsfestivalum.

Nýggja ferðavinnubrandið og filmurin, sum varð gjørdur fyri Føroyar, hevur higartil í ár vunnið gull á trimum altjóða filmsfestivalum. 

 

Filmin hava Sansir gjørt saman við Kovboyfilm og donskum samstarvsfelag fyri Visit Faroe Islands seinasta summar.

 

Fyrst vann filmurin/konseptið gull á altjóða filmsfestivalinum “On the East Coast of Europe” í Bulgaria innan kategoriina “Nature & Ecotourism”. Síðani var tað “Zagreb Tourfilm Festival” sum heiðraði filmin við “Best Editing”. Nýggjasti heiðurin, sum føroyskt framleiddi filmurin hevur vunnið, er høvuðprísurin á “Baku International Tourism Film Festival” í Aserbadjan.

 

- Vit eru sjálvandi errin av, at filmurin og konseptið tríggjar ferðir hevur vunnið fremsta heiður á altjóða filmsfestivalum. At fáa tílík herðaklapp í harðari kapping er avgjørt nakað sum hevur týdning. Serstakliga tá tað samstundis er okkara egna land, sum vinnur heiður og æru, og harvið verður marknaðarført, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum.

 

Tað er CITFF (International Committee of Tourism Film Festivals), sum hevur nominerað filmin til ymiskar festivalar. Tá tey sóu filmin, mettu tey hann hava góðar møguleikar at vinna prísir. Serstakliga tí konseptið er so sterkt. 

 

- Filmurin og konseptið vann ársins marknaðarátak í Føroyum í fjør, so vit mettu eisini sjálvi at møguleikarnir vóru góðir. At móttøkan skuldi gerast so góð, er tó komið sum eitt gleðiligt yvirraskilsi. Vónandi heldur filmurin á at ganga sína siðursgongd, sigur Tór Verland at enda.