Føroyskur lovsangsbólkur spælir aftur í ár

Til TeenStreet legurnar, sum verða hildnar runt í Europa júst nú, er tað aftur í ár føroyskur lovsangsbólkur, ið leiðir sangin

Var alt sum tað upprunaliga var ætlað, ja, so var stór TeenStreet lega í Suðurtýsklandi í hesum døgum. Men eisini hesum, eins og so nógvum øðrum tiltøkum beindi corona smittan fyri. Og var alt, sum tað upprunaliga var ætlað, so sang og spældi føroyskur lovsangsbólkur  frammanfyri teimum 4000 - 5000 luttakarunum – tannáringum og hjálparfólki – sum plaga at vera til hesar legur og leiddi tey í lovsang.

 

Men tað bleiv sum kunnigt ikki. Harafturímóti vera smærri legur hildnar runt í øllum Europa. Nakað av tí sum fer fram á hesum legum er online á netinum, og skrá, evni og innihald er nøkurlunda tað sama á øllum legum. Tað er føroyski lovsangsbólkurin, sum leiðir sangin. Mitt í juni mánaða vóru upptøkur gjørdar í kjallaranum í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Hesar upptøkur av føroyska bólkinum ljóma nú runt í øllum Europa til hesar legur, sum hildnar verða. Vónandi fáa vit at síggja upptøkurnar í Kringvarpinum seinni í ár.

 

Tey, sum mynda bólkin eru:

 

Bodil Olsen, lovsangsleiðari

 

Ólavur J. Hansen, sang

 

Maria á Lakjuni, sang

 

Tórður Dam Jacobsen, sang og kassaguitar

 

Dávid í Lág, bassur og kapelmeistari

 

Johnny Mikkelsen, el-guitar

 

Arni Zachariassen, el-guitar

 

Jógvan Andersen, tangentar

 

Jasmin Jovanovic, trummur

 

Fríði Bjarkhamar, percussion

 

Komandi ár í døgunum 29. juli til 5. august verður eftir ætlan aftur stór TeenStreet lega í Offenburg í Suðurtýsklandi, og tá er eisini ætlanin at føroyski bólkurin fer at leiða sangin.

 

Men til leguna, sum er á Argjahamri í hesum døgum, eru tey signað við at hoyra hendan sera vælspælandi og syngjandi bólkin leiða tey í lovsang.

 

Tú hevur eisini møguleika at hoyra bólkin spæla, tí til almennu stuðulsrenningina, sum verður í Havn í morgin, fara tey at spæla. Tey eru at hoyra yvirav trappuni í Vágsbotni millum klokkan 14 og 16.