Fogh Rasmussen: - Xi er ikki erligur friðarmeklari

- Við einaræðisharrum eigur tú at hyggja eftir gerðum - og ikki orðum, skrivar fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, á Tvitter.

Anders Fogh Rasmussen heldur ikki, at kinesiski forsetin er ein erligur friðarmeklari.

- Í dag hittist einaveldis-felagsskapurin aftur í Moskva. 

 

Tað skrivar fyrrverandi Nato-aðalskrivarin og fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á Tvitter í dag.

 

Hann vísir til vitjanina hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, í Moskva.

 

Anders Fogh Rasmussen sigur, at kinesiski forsetin umrøður vitjanina sum eina vitjan fyri friði.

 

- Men, við einaræðisharrum eigur tú at hyggja eftir gerðum - og ikki orðum, skrivar fyrrverandi Nato-aðalskrivarin.

 

Xi Jinping kom til Moskva fyrrapartin í dag, og hann hevur sagt, at hetta er ein ferð fyri "vinalagi, samstarvi og friði".

 

Við sær hevur kinesiski forsetin eitt uppskot um vápnahvíld millum Russland og Ukraina, sum er í 12 punktum.

 

Kina heldur, at uppskotið í fyrsta lagi eigur at føra til vápnahvíld og síðan friðarsamráðingar millum Russland og Ukraina.

 

Anders Fogh Rasmussen heldur ikki, at kinesiski forsetin er ein erligur friðarmeklari, tí Kina heldur fram við at stuðla stjórnini hjá Vladimir Putin.

 

Í Russlandi siga tey, at vitjanin hjá Xi Jinping er eitt prógv um, at Kina stendur saman við Russlandi ímóti "fíggindaliga" sinnaða vesturheiminum.

 

Stórur spenningur er um, hvat forsetarnir báðir, Xi Jinping og Vladimir Putin, fara at siga teir næstu dagarnar, nú teir báðir hittast í Russlandi.

 

 

 

Anders Fogh Rasmussen heldur ikki, at kinesiski forsetin er ein erligur friðarmeklari.