Fokus á Sandoynna

Oddagrein:

Við hesum blaðnum seta vit fokus á Sandoynna, og orsøkin er tann, at blaðið frá í dag av kemur út í oynna sjálvan útgávudagin. Hetta er sjálvsagt ætlað sum ein betri tænasta til okkara lesarar og til vinnulívið í oynni. Hetta hendir, samstundis sum oyggin hevur fingið egna tíðindaportal, Sandoyarportalin, ið ber lokal tíðindi so væl sum lands- og altjóða tíðindi. Oyggin skuldi sostatt alt annað líka nú verið munandi betri fyri, hvat tíðindum og kunning viðvíkur.

Sandoy er vøkur og væl vallað oyggj og fevnir sýslan um Sandoy sjálva, Skúvoy og Stóru Dímun. Í Sandoy búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men í oynni er eisini sera góð landbúnaðarjørð og her eru fleiri stórir bóndagarðar, riknir av sera dugnaligum og ídnum bóndum. Oyggin er, sum skrivað stendur í uppslagsverkum, sera áhugaverd, bæði í søguligum og í fornfrøðiligum høpi. Í Húsavík síggjast toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, á Sandi vísa fornfrøðiligar rannsóknir, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Í Skúvoy búði Sigmundur Brestisson og í Dímun hava vit søgnina um tiltiknu Anniku. Skálavík hevur fostrað mætar framúr dugnaligar fiskiskiparar, mætar vinnulívsmenn, rithøvundar og listamenn.

Í Sandoy er fiskivinnan sum nevnt høvuðsvinnan. Her eru vælriknir trolarar, og rekur Sandoy Seafood virki, har nógv fólk arbeiða og skip og bátar landa. Lívligt handilsvirksemi er í Sandoy - har eru nógvir handlar, bankar, Postverk Føroya, kunningarstova, ferðavinna í menning o.m.a. Í Skálavík er mætur vinnulívsmaður, ið hevur sínar røtur í bygdini, farin undir at byggja risastóra miðstøð til samkomuvirksemi, ítrótt, og annað mentanarligt virksemi. Sandoy var illa fyri í kreppuárunum, men kom væl og virðiliga fyri seg eitt nú av Sandoyarætlanini og ikki minst takkað verið framúr dugnaligum vinnulívsmonnum og røskum og dugnaligum sjófólki.

 

Oyggin er eitt liviligt stað, men fólk eru ikki nøgd við ferðasambandið yvir á Streymoyarlandið, hóast ferjan, ið røkir sambandið er nýggj og sera vælhóskandi. Sum hugburðurin til ferðing er vorðin broyttur, so vilja fólk fyrst og fremst hava fast samband við meginøki. Nú verður so spennandi at síggja, hvørja lagnu Sandoyartunnilin fær í politisku skipanini. Hetta er eitt sera stórt samferðslupolitiskt mál, ið eisini er tengt at spurninginum um framtíðar ferðasambandið til Suðuroyar.

 

Sum nevnt í byrjanini, er tað okkara ætlan at bøta um tænastuna til fólk og vinnulív í Sandoy. Vit reka sum kunnugt eisini eina fyritøku, ið umframt Sosialin, eisini fevnir um Portalin, Rás2 og ymisk tiltøk í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Okkara ynski er sjálvsagt, at hetta virksemið skal koma øllum føroyingum til góðar og fara vit í framtíðini at leggja enn størri dent á at dekka alt landið. Í hesum sambandi fara vit sjálvsagt at leggja okkum eftir at dekka Sandoynna betri og vóna vit tí, at tænastur okkara fara at vera øllum pørtum til gagns.