Fólk í Vági og á Tvøroyri fara at hoyra FM1 á FM-sendinetinum

Fólk sum búgva á teimum størru støðunum í Suðuroy fáa nú møguleikan at hoyra FM1 á FM-sendinetinum

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at víðka um sendinetið hjá FM1 og VoxPop.

 

Komandi vikuskiftið vera FM-sendarar settir upp bæði í Vági og á Tvøroyri.

 

Í Vági verða tað bæði FM1 og VoxPop, sum fara at hoyrast og á Tvøroyri verður tað FM1, ið fer at hoyrast.

 

Hvat viðvíkur sendineti, so hevur suðuroyggin ta avbjóðing, at har eru nógv høg fjøll, so tað skulu fleiri sendarar til fyri at røkka teimum smærru plássunum í Suðuroy. 

 

Í langa tíð hava fleiri suðringar ynskt at fáa møguleikan at hoyra hesar útvarpsrásir aftur. Hetta fegnast tey á FM1 um og tey vóna, at hesi bæði støtti støðini í Suðuroy fáa stóra gleði av sendingunum á FM1. Tað liggur eisini í kortunum, at tað eisini vera gjørdar sendingar, bæði úr Vági og av Tvøroyri seinni, sigur Petur Zachariassen, stjóri í Miðlar, sum eigur og rekur FM1 og VoxPop Radio.

 

Frekvensirnir eru hesir:

 

92,5 MHz til FM1 á Tvøroyri

 

93,5 MHz til FM1 í Vági

 

94,1 MHz til VoxPop í Vági