Løgregla hevur gjørt ferðslukanningar í Klaksvík og í Saltangará. Nógv fólk hava fingið bót, serliga fyri ikki at sita íbundin.
Í Klaksvík vóru 180 bilar kannaðir. Harvórðu 48 sektaruppskot skrivað fyri hesi brot:
• Ov nógv ferð, ið hevur við sær treytaða frádøming av koyrikortinum: 1 brot
• Ikki havt koyrikortið hjá sær: 7 brot
• Ikki nýtt trygdarbelti: 25 brot
• Tosað í fartelefon: 6 brot
• Dekkini ikki í lagi: 7 brot
• Ljósini ikki í lagi: 8 brot
Í Saltangará vórðu 140 bilar kannaðir. 20 sektaruppskot vórðu skrivað fyri hesi brot:
• Ikki havt koyrikortið hjá sær: 4 brot
• Ikki nýtt trygdarbelti: 8 brot
• Tosað í fartelefon: 3 brot
• Dekkini ikki í lagi: 2 brot
• Ljósini ikki í lagi: 2 brot
• Bilurin ikki lógliga lastaður: 1 brot