Fólk skulu ansa eftir hesum bollunum

Ávararð verður nú ímóti einum slagi av bollum, sum eru at fáa í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur aftur eina matvøru-ávaring í morgun. Hesa ferð er tað eitt slag av bollum, sum fáast til keyps, men sum ikki eru mannaføði.

 

Talan er Pågen Vanilla bollar, har pakkarnir við 220 gramm, og sum eru best fyri frá 29.06.2021 til 07.07.2021.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fleiri fólk, sum hava keypt hesar bollarnar, hava gjørt vart við seg um, at teir eru ikki mannaføði, tí teir eru blámuskotnir og síðani hevur eftirlitið hjá fyritøkuni, sum ger teir, eisini staðfest, at vandi er fyri at bollarnir kunnu verða blámuskotnir. 

 

Sostatt eru teir ikki egnaðir sum mannaføði, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan og tí mæla tey til, at tey, sum hava hesar bollarnar liggjandi, koyra teir í skrell, ella lata teir aftur í handilin, haðani teir eru keyptir.