Fólk sum hava fastan lækna liva meiri enn tvey ár longri

– Í Føroyum hava fleiri túsund fólk, ikki fastan kommunulækna, og tað mugu politikarar gera nakað við - NÚ, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sigur, at nú má okkurt henda

Tað hevur alstóran týdning, at fólk hava ein fastan kommunulækna. Tað staðfesti Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, á valfundi, sum Felagið Fyri Yngri Læknar í Føroyum, skipaði fyri í gjár. Hann vísir á, at ein umfatandi kanning í Noregi er komin til tað úrslift, at tey, sum hava fastan kommunulækna – ein familjulækna – í 15 ár í lívinum, liva meiri enn tvey ár longri enn tey, sum ikki hava fastan kommunulækna.

 

Samstundis vísir kanningin eisini, at tey, sum hava fastan lækna, eru í munandi minni vanda fyri at løgd inn á sjúkrahús tí tey hava tørv á bráðneyðugari viðgerð. Sostatt hava tey eisini munandi minni tørv á at ringja til læknavaktina uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Tað er tí, at ein fastur lækni kennur sjúklingin út í æsir, hann kennur alla familjuna, og sjúkrasøguna hjá teimum, og hvat tey hava at dragast við.

 

– Sostatt hevur tað stóran týdning, at kommunulæknaskipanin er væl mannað, staðfesti Marjus Dam. Samstundis vísir hann á, at í Føroyum eru tað túsundtals fólk, sum ikki hava fastan kommunulækna. Bara í Havnini eru tað eini 2.000 fólk, sum ikki hava fastan kommunulækna.

 

– Tað eru 34 kommunulæknastørv í Føroyum, men tað er bara 18 av teimum, sum eru mannað við læknum í føstum starvi, so vit eru ógvuliga undirmannað, sigur Marjus Dam. Øll hini eru størvini eru mannað við føstum vikarum.

 

Fyri nøkrum árum síðani var tað mett at vera ein tjóðskaparlig vanlukka í Danmark tí tað manglaðu kommunu200 læknar. Tað svarar til, at tað manga tveir læknar í Føroyum.

 

Her hendir bara púra einki, men tað mugu politikararnir gera nakað við NÚ, sigur Marjus Dam. Kommunulæknafelagið heldur, at tað eigur at vera 50 kommunulæknar í Føroyum, tí annars verður talið á fólki fyri hvønn lækna, ov stórt. Í Noregi arbeiðir mann við eini skipan, har hvør kommunulækni bara skal hava 800 fólk.

 

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sigur, at nú má okkurt henda