Fólk sum ikki eru koppsett rinda nú prísin

- Nú rinda fólk, sum ikki vilja lata seg koppseta, prísin við fleiri innleggingum, sigur danskur yvirlækni í Ríkissjúkrahúsinum.

 

 

Hóast ein stórur partur av danska fólkinum eru koppsett, er tað tó framvegis eitt trísiffrað tal, sum liggur á sjúkrahúsi við covid-19.

 

Mong av hesum eru ikki koppsett.

 

Yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, Åse Bengård Andersen, vísir á, at tað er týðiligt, hvørji fólk verða innløgd. 

 

- Tá eg hyggi eftir okkara sjúkrahúsi, eru tað fólk, ið hava vánaligt mótstøðuføri. Í aðrar mátar eru hetta fólk, sum ikki vilja lata seg koppseta, og nú gjalda tey prísin fyri tað, sigur hon.

 

Í dag vórðu staðfestir 632 nýggir tilburðir við koronu í Danmark, og í løtuni liggja 124 fólk á sjúkrahúsi við covid-19. Av teimum innløgdu, liggja 26 á intensivari deild, harav 17 liggja í respiratori. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at 72,5 prosent av danska fólkinum hava fingið tvær koppsetingar.

 

##med2##

 

 

 

Yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, Åse Bengård Andersen.