Her er gongugøtan úr erva. Tann eftirgjørda Havnaráin smýgur sær ígjøgnum stykkið undir tinghúsinum

Fólk til gongu fáa størri rætt í miðbýnum í Havn

Bilar skulu víkja fyri fólki í einum parti av miðbýnum

Her er gongugøtan úr erva. Tann eftirgjørda Havnaráin smýgur sær ígjøgnum stykkið undir tinghúsinum

Fólk, sum eru til gongu, skulu fáa størri rætt til ein part av miðbýnum í Havn, enn hvat bilar hava. Tað er ein partur av nýggju miðbýarætlanini hjá býráðnum og sum verður løgd fram á borgarafundin í kvøld.

 

Nýggi miðbýurin gongur undir heitinum, Urtagarðsbýurin og ein partur av tí er at gera gongugøtuna longri og at taka ein part av Niels Finsensgøtu upp í.

 

##med2##

 

Tað merkir, at Havnin fær eitt bilafrítt strekki úr Steinatúni oman á Vagli Uppskotið - men tó verður loyvt bilum at koyra tvørtur um gongugøtuna á krossinum ímillum Niels Finsens gøt og Sverrisgøtu eins og tað verður loyvt at koyra við vøruvognum í ávísum tíðarbilum sambandi við handlarnar á strekkinum.

 

 Somuleiðis skal dentur leggjast at forðingar ikki verða lagdar fyri ólavsøkuskrúðgonguni. Hon hevur ein heilt serligan leiklut, og eina heilt serliga tign og tí skal gøtan skipast soleiðis, at tað framhaldandi verður pláss fyri henni, og at atgongdin inn á Tinghúsvøllin verður varðveitt.

 

##med3##

 

– Gongugøtan skal verða grønari, og trø skulu plantast framvið fyri at skapa eina grøna tekju yvir ein part av henni.

 

Endamálið er eisini at á plássinum framman fyri ráðhúsinum skulu parkeringspláss gerast undir jørð, umframt at plássið skal hava innbygdan skoytuvøll. Harafturat skulu borð, stólar, og annað verða á plássinum, men tað skal kunna flytast eftir tørvi.

 

Ætlanin er eisini at gera spælipláss til smábørn og eina pavillon við taki, sum kann brúkast til tiltøk og framsýningar.

 

– Verður gongugøtan bilfrí og urtagarðskent, fáa nýggju bústaðirnir í miðbýnum eitt uttandura fríøki, sigur býráðið.

 

Her er gongugøtan úr erva. Tann eftirgjørda Havnaráin smýgur sær ígjøgnum stykkið undir tinghúsinum

Soleiðis hugsa tey sær, at tað verður at standa á Vaglinum og hyggja niðan eftir ímóti Niels Finsensgøtu