Fólk til montering av rútum hjá Atlanticpane

 

Av tí at ein av okkara montørum fer í annað starv, hava vit nú brúk fyri einum røskum fólki til montering av termorútum til føroyska marknaðin. Arbeitt verður í toymi av tveimum montørum til uppgávurnar.  Atlanticpane er ein 48 ára gomul støðugt vaksandi fyritøka, og tilsamans starvast 12 fólk á virkinum.

 

Vit vænta

 

  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú hevur royndir og gott handalag
  • at tú hevur góð samstarvsevnir
  • at tú kanst átaka tær úrtíðararbeiði, um á stendur

 

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan handverk, men útbúgving er ikki eitt krav.

 

Vit bjóða

 

  • eitt starv, sum gevur møguleika fyri persónligari og fakligari menning
  • spennandi gerandisdag við ymiskum uppgávum

 

Umsókn

 

Umsóknir við CV og møguligum ummælum skulu sendast til dan(at)atlanticpane.fo

 

Nærri fæst at vita, við at ringja 739403 til Dan Jacobsen.