Fólkaatkvøða í Havn um risastóra verkætlan

Tað eigur at vera fólkaatkvøða í Havn um ætlanina hjá býráðnum at byggja Tórshavnar Havn út

Tað eigur at verða fólkatkvøða í Havn um risastóru havnaútbyggingina hjá býráðnum.

Tað heldur Laura Joensen.

 

Tórshavnar Býráð ætlar at byggja eina stóra Havn frammanfyri Skansan. Talan er um størstu byggiverkætlan í søguni hjá Tórshavnar kommunu, tí væntandi fer nýggja havnarlagið at kosta eina hálva milliard.

 

Men tað er fallið nógvum fyri bróstið at ætlanin er at byggja havnarlagið frammanfyri Skansan, sum er eitt av okkara fremstu fornminnum.

 

Býráðslimir hava lovað, at byggingin fer ikki at skemma Skansan, men tað hevur ikki kyrrað fólk, og nú hevur so Tórshavnar Býráð skipað fyri borgarafundi um ætlanina.

 

Og har staðfesti Laura Joensen, at tað harmaði hana illa, at eitt so stórt inntriv skal gerast í nátturuna beint við Skansan.

 

Men hon heldur, at Tórshavnar eigur at kanna aðrar møguleikar og at leggja fleiri uppskot um eina nýggja havn, fram fyri borgarunum.

 

Hon sigur, at eftir tí, sum er komið fram, eru nógvir fyrimunir at leggja eina framtíðar bingjuhavn á Gulanum innanfyri Glyvursnes.

 

Ført er fram, at tað kyrrasta pláss í Nólsoyarfirði, umframt at grótið til havnarlagið kann takast beint við.

 

Hinvegin hevur býráðið upplýst, at tað er djúpt á Gulanum og tískil nógv dýrari at gera Havn har, enn inni við Skansan.

 

Verður havnalagið bygt við Skansan, skulu tey brúka fýra milliónir kubikk av gróti, men skal hon gerast á Gulanum, krevjast seks milliónir kubikk.  

 

Harafturat skal dýrur vegur gerast heilt út á Gulan.

Býráðið hevur eisini kolldømt aðrar møguleikar, eitt nú á Sundi og á Oyrarreingjum, tí tað verður ov dýrt.

 

Laura Joensen heldur, at Tórshavnar Býráð eigur at kanna eina, tvær, ella kanska tríggjar staðsetingar, har ein havn kann verða. Síðani skal úrlitið leggjast alment fram fyri borgarunum, saman við eini greiðari kostnaðarætlan.

 

Og so hon heldur, at tá ið býráðsval er næstu ferð, eiga havnarborgarar samstundis eisini at sleppa á fólkaatkvøðu um, hvar tey vilja hava, at nýggja havnalagið skal vera.

 

Í Sosialinum mánadagin og mikuddagin hava vit nógv meiri um borgarafundin um ætlanina at byggja Tórshavnar Havn út.