Fólkavøksturin kemur ikki óvart á

Enn er ov tíðliga at siga um fólkavøksturin í Føroyum seinasta árið, fer at halda

Hesar síðstu 12 mánaðirnar frá 1. juli í fjør til 30. juni í ár, vaks fólkatalið í Føroyum 22 fólk.

Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovuni.

 

Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at talan er um ein vøkstur, og fólkatalið tann 30. juni í ár var 48.424.

 

Vøksturin upp á 22 fólk stendst av, at burðaravlopið hetta 12 mánaða skeiðið var 233 og nettoflytingin var minus 211.

 

Eyðfinnur Finsson á hagdeildini, sigur, at vøksturin kemur ikki óvart á, men hann heldur samstundis, at enn er ov tíðliga at siga um, talan er um ein varandi vøkstur.

 

Trýst á pílina undir myndini og hoyr, hvussu hagfrøðingurin metir gongdina í fólkatalinum.