Fordøma ætlaðar fólkaatkvøður í Ukraina

Fleiri lond fordøma nú Russland, sum ætlar at hava fólkaatkvøður í hersettum økjum í Ukraina í døgunum, 23.–27. september.

 

Her heilsar norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Tað er ikki fallið í góða jørð í fleiri londum, at russiskt vinaligir leiðarar í hersettu økjunum í Ukraina nú ætla at skipa fyri fólkaatkvøðum.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at USA fordømir hesar ætlanir, og í dag hevur eisini Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fordømt ætlaninar.

 

Í kvøld skriva norskir miðlar, at eisini uttanríkisráðharrin í Noregi, Anniken Huitfeldt, fordømir russisku ætlaninar um fólkaatkvøður.

 

Á Tvitter skrivar hon í kvøld, at ólógligar fólkaatkvøður av slíkum slag eru álvarslig brot á mannarættindi, og hesar fara at gera støðuna í økjunum enn spentari.

 

- Vit fara ikki at góðtaka, at hersettu økini verða løgd undir russiskt vald, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, á Tvitter í kvøld.

 

Sum skilst, er ætlanin við nevndu fólkaatkvøðum, at økir í Donetsk og Luhans, umframt hertikin økir í Kherson og Zaporizjzja, skulu gerast partur av Russlandi.

 

Nato-aðalskrivarin skrivaði á Tvitter í dag, at heimssamfelagið eigur at fordøma hesi brot á altjóða rætt og stuðla Ukraina móti russiska hersetingarvaldinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Her heilsar norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Jens Stoltenberg er aðalskrivari í verjusamgonguni, Nato.