Fekk ikki semju um rúsdrekka til skúlaveitsluna hjá børnunum

Ein mamma er forharma um, at tað ikki eydnast at fáa foreldrini at standa saman

Nú nærkast tíðin til at skúlarnir enda og samstundis nærkast tíðin eisini til, at næmingarnir skipa fyri veitslu fyri at feira tað at skúlin er liðugur.

 

Eisini næmingar í 9. og 10 flokki skipa fyri veitslum í ymsum veitsluhølum uttan fyri skúlan. Ein afturvendandi spurningur í hesum sambandi er, um rúsdrekka hoyrir heima í hesum veitslunum fyri 15 - 16 ára gomlum næmingum, ella um slíkar veitslur eiga at vera rúsfríar til tey hava fylt 18 ár og sostatt hava loyvi at keypa sær rúsdrekka sjálvi.

 

Óli Rubeksen, samskipari í SSP, sum er samstarv ímillum skúlaverkið, sosialu myndugleikarnar og politiið, sigur í tíðindunum á FM1, at nú ein dagin fekk hann eitt bræv frá eini mammu sum var rættiliga kedd um støðuna Hann sigur, at tað var ein mamma, sum hevði roynt at fáa foreldrini at draga eina línu í hesum spurninginum, tí eftir hennara tykki eigur rúsdrekka ikki at vera til staðar á eini slíkari veitslu.

 

Men tað var sum at sletta vatn á gás at fáa foreldrini at semjast um, at rúsdrekka hoyrir ikki heima í eini veitslu fyri 15-16 ára gomul, sigur Óli Rubeksen frá hesi mammuni.

 

– Hon føldi seg rættiliga einsamalla. Hon vildi heldur ikki vera tann ómøguliga mamman, sum bara vildi seta mørk. Men hon var rættiliga forharmað um, at foreldrini ikki kundu standa betri saman í einum spurningi, sum hesum.

 

Óli Rubeksen heldur, at taðer ein spurningur , hvat er at gera, tá ið tað eru børnini, sum seta dagsskránna og foreldrini bakka út.

 

– Vit eru upp ímóti einum trýsti, har rúsdrekka trokar seg inn allastaðni í ungdómslívinum, og tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt at broyta tað, sigur hann.

 

Óli Rubeksen staðfestir, at tá ið veitslan er byrjað, er tað ov seint at trakka til, men hann staðfestir, at SSP hevur ein greiðan boðskap og tann boðskapurin er, at so leingi tey ungu eru undir 18 ár, hoyrir ungdómslív og rúsdrekka ikki saman.

 

Men hann ásannar samstundis, at tá ið neyðugu foreldrafundirnir ikki eru í skúlanum, er tað ringt til at røkka foreldrini, tí SSP ger einki einsamalt.

 

– Síggja foreldrini ikki týdningin av tí boðskapi, vit hava, koma vit ikki serliga langt, leggur hann afturat.

 

Og vit mugu eisini ásanna, at summi foreldur hava ein rættiliga frílyntan hugburð til rúsdrekka, tí tey eru sannførd um, at tey hava tamarhald á støðuni. Men samstundis góðtaka tey sostatt eisini, at rúsdrekka er ein partur av ungdómsmentanini, heldur samskiparin í SSP.

 

– Hinvegin setir tað eisini tey foreldur, sum eru meiri afturhaldssinnað, í eina trupla støðu. Hann sigur, at hann plaga at taka til, at tey foreldur, sum lata alt um seg ganga, taka hini foreldrini til gísla.

 

Tráðanin hjá teimum ungu at sleppa í veitslu, er so sterkt at tað er ikki altíð, at foreldrini ikki klára at standa ímóti. Summi foreldur hava eina greiða støðu, og tað gongur fínt, men hjá nógvum foreldrum er tað eitt ævigt stríð um at lora, ella ikki, heldur Óli Rubeksen.