Foreldur steðga gjaldi fyri ansing

Foreldur vilja hava at vita frá býráðnum, hvørjari støðu tey eru í, um tey nokta at rinda brúkaragjaldið fyri ansingarpláss, nú pedagogarnir eru í verkfalli. Foreldur meta, at tað er órímiligt at tey skulu gjalda rokningina og einki fáa afturfyri

 

Fleiri foreldur at børnum, ið eru rakt av verkfallinum, eru farin at gera vart við seg. Tey meta ikki, at tey skulu gjalda fult ansingargjald fyri dagstovnapláss, meðan børnini ganga heima.

? Vit halda, at tað er órímiligt at krevja brúkaragjald fyri nakað, vit ikki brúka, sigur Maja Jakobsen, ið er nevndarlimur í Drotning Ingridar barnagarði. Hon er foreldraumboð í nevndini.

Hon hevur tí vegna foreldrini sent býráðnum og Heðini Mortensen ein fyrispurning. Har verður heitt á myndugleikarnar um at skunda undir at finna eina loysn á trætuni, og spurt verður um, ?hvussu tey eru stillað? um tey ikki gjalda. Brævið varð sent mikudagin.

Fleiri foreldur hava vent sær til Maju og spurt, hvussu tey skulu fara fram, og hvussu landið liggur hesum viðvíkjandi. Tí hevur hon tikið stig til henda fyrispurning.

Alt fleiri foreldur hava tikið avgerð um, at fasta flytingin til dagstovnin verður steðgað, so leingi teimum ikki verður veitt barnaansing.

Verkfallið byrjaði 20. november, og tað hevur tískil verið í næstan tvær arbeiðsvikur. Hesar dagarnar hava foreldur verið noydd at fáa sær barnagentur, ið eisini skulu hava løn. Onnur hava mist arbeiðsdagar og harvið løn, tí tey hava verið heima hjá børnunum.


Løgfrøðingur ivast

Í útvarpinum fríggjamorgunin varð Sigmund Poulsen spurdur, um foreldur eiga at gjalda, nú barnaansingin liggur lamin.

Hann heldur, at foreldur eiga at gjalda fyri barnaansingina ta fyrstu tíðina, hóast børnini ikki verða ansaði. Tó leggur hann afturat, at hetta kann ikki halda fram í longri tíð, um verkfallið verður drúgt, og partarnir ikki finna semju.

Fyrispurningurin hjá Maju Jakobsen er sendur Heðini Mortensen.

? Eg skilji væl kravið frá foreldrum um, at tey ikki vilja gjalda brúkaragjaldið fyri nakað tey ikki brúka, og at tey seta spurnaðartekin við hetta, sigur Heðin Mortensen.

Hann heldur, at um verkfallið heldur fram í næstu viku, so fer tað at tátta í, og foreldrini mugu fáa viðhald á onkran hátt. Hann sigur tó, at hann ikki hevur fingið fyrispurningin í hendi enn, og at hann tí ikki hevur viðgjørt hann í býráðnum.

? Vit kunnu ikki blíva við at krevja pening, tá einki verður givið afturfyri, sigur Heðin Mortensen.

Býráðið hevur steðgað lønum til pedagogar, og sparir tí meira 100.000 krónur um dagin.