Formaðurin heldur fram

Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund og úrslitið av tí er, at Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður, eingin stillaði upp móti formanninum, so hann er valdur fyri tvey ár afturat.

 

Næstformaðurin Bárður Enni stóð eisini fyri vali, og hann var afturvaldur. Somuleiðis stóð Hallur Fróðin Bech fyri vali og hann varð eisini afturvaldur.

 

Hinvegin stóð kassameistarin, Andrea Nielsen ikki fyri vali, so hon heldur fram.

 

Eykalimir eru Rógvi Andrias Fossádal og Dávur Johannesen

 

Á myndini eru tey, frá vinstru, Bárður Enni, næstformaður, Hallur Fróðin Bech, nevndarlimur, Meinhard Gaardlykke, formaður, og Andrea Nielsen, kassameistari.