Formansskifti í Kommunusamskipan Føroya

Sum avtalað í byrjanini av hesum valskeiðinum hevur í dag verið formansskifti í Kommunsamskipan Føroya. Komandi tvey árini verður Gunnvá við Keldu formaður og Heðin Mortensen næstformaður í felagnum

Á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya í dag 21. januar, hevur Gunvá við Keldu tikið við sum nýggjur formaður eftir Heðin Mortensen

Tá ið sitandi stýrið í Kommunusamskipan Føroya tók við í januar 2009, var Heðin Mortensen afturvaldur formaður fyri Kommunusamskipan Føroya, og Gunvá við Keldu varð vald sum næstformaður. Samstundis varð avtalað, at næstformaðurin, tá skeiðið varð hálvrunnið, skuldi taka við formanssessinum. Nú valskeiðið hjá kommununum er hálvrunnið, er hetta skiftið í dag farið fram.

Heðin Mortensen hevur, nú hann fer frá, sitið sum formaður í KSF í nærum 5 ár, og er sostatt tann formaðurin, sum hevur sitið longst í formanssessinum.

Tað vóru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar Tvøroyrar, Fuglafjarðar og Vágs kommuna, sum stovnaðu Kommunusamskipan Føroya á aðalfundi 10. juni 1999. Í íbúgvaraumboðan er Kommunsamskipan Føroya vaksið nógv hesi árini fyrst og fremst gjøgnum kommunusamanleggingar, og 1 januar 2007 gjørdist Sands kommuna tann sjeynda limakommunan í felagnum.

Hesi seinastu árini er virksemið hjá Kommunsamskipanini vaksið nógv. Aðalmálið hjá Kommunsamskipanin er at verja og virka fyri felags áhugamál hjá kommununum og at styrkja kommunala sjálvræðið. Kommunusamskipan Føroya hevur verið við til at stovna og fíggja millumkommunalu stovnarnarnar Kommunala Arbeiðgevarfelag Føroya og Barnaverndastovu Føroya, eins og Kommunusamskipanin í dag er við til at reka og fíggja samstørv og verkætlanir, sum til dømis undirvísngarportalin, Listaleypin, eins og felagið nýliga var við til at stovna SSP samstarvið.
Í løtuni fyrireikar Kommunusamskipan Føroyar seg til limaskap í “Council of European Municipalities and Regions”, ið er størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar.

Kommunusamskipan Føroya heldur til í KSF húsinum í Tórshavn, saman við Kommunala Arbeiðgevarafelag Føroya, Barnaverndarstovu Føroya og SSP samstarvinum.

Nú Gunnvá við Keldu tekur við, verður hon fimti formaður í søgu felagsins. Teir, ið hava sitið undan henni eru

Formenn
Jákup Lamhauge 1999-2000
Jógvan Krosslá 2001-2004
Rodmundur Nielsen 2005-2006
Heðin Mortensen 2006-2011
Gunvá við Keldu 2011-

Gunvá við Keldu hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hetta valskeiðið. Gunvá varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri valskeiðið 2004-2008. Hon er útbúgvin grafonom og hevði í eitt áramál rikið sína egnu fyritøku, tá hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Nú Gunvá við Keldu verður formaður í Kommunsamskipan Føroya, verður hon samstundis eisini við í leiðsluni av Barnaverndarstovu Føroya. Heðin Mortensen verður frameftir næstformaður í Kommunasamskipanini og heldur áfram sum formaður fyri Kommunala Arbeiðgevarafelagið.