Eina viku undan at landskappingin í fótbólti byrjar, hava FSF og Formula.fo longt stuðulsavtaluna millum partarnar. Avtalan hevur við sær, at besta mansdeildin í fótbólti framhaldandi fer at eita Formuladeildin.
Nýggja avtalan millum FSF og Formula er gjørd eftir sama leisti sum undanfarin ár, og nú er avtalan galdandi í tvey ár.
Vit fáa eina peningaupphædd frá Formula.fo fyri hesa avtaluna, og meginparturin av teimum pengunum fer beinleiðis út til feløgini, sum spæla í Formuladeildini, sigur Óli Holm, formaður í FSF, sum einki vil siga um, hvør upphæddin er, sum Formula skal gjalda.
Tvey ár í fasta legu
Afturfyri hesa upphædd fær Formula bestu mandsdeildina í fótbólti kallaða upp eftir sær, og harafturat fær Formula eisini ymsar lýsingarmøguleikar afturfyri í sambandi við dystirnar í deildini.
Nýggja avtalan byggir á avtaluna frá í fjør, men nú hava vit gjørt eina avtalu fyri tvey ár, og tað leggur hendan partin av fótbóltinu í fasta legu í 2006 og 2007, sigur Óli Holm, sum er fegin um nýggju avtaluna.