Fornfrøðingurin Símun Arge farin

Leygarnáttina andaðist Símun Vilhelm Arge, fornfrøðingur, 72 ára gamal.

Símun Arge var í starvi á Føroya Fornminnissavni, Søvnum Landsins og nú Tjóðsavninum í meira enn eitt mannaminni. Símun dugdi sera væl at miðla - bæði í sjónvarpi og í útvarpi - og var tí ímyndin fyri Savnið, tá greiðast skuldi frá útgrevstrum ella tá okkurt fornfrøgiligt var komið undan kavi.

Sjálvur hevur Símun staðið fyri nógvum útgrevstrum kring landið og hevur havt eftirlit við mongum fornfrøðiligum rannsóknum. Hann hevur í hesum starv gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varpa ljós á fornu søgu okkara. Símun gekk við lív og sál upp í sítt arbeiði, sum hann hevði tórført við at sleppa.

Símun hevur seinastu árini í starvi sínum nýtt at fáa ymisk skrivlig arbeiði frá grevstrum og øðrum rannsóknum frá hondini, so hesin parturin av søguni er skjalfestur.

Seinasta heyst var ein fráfaringarløta fyri Símuni í savnsbygninginum hjá Tjóðsavninum í Hoyvík. Í røðum lýstu starvsfólk og onnur tann stóra leiklutin, sum hann hevur havt fyri fornfrøðina og arbeiðið á stovninum.

Hann hevur fyri savnið tikið lut í nógvum norðurlendskum samstarvi, sitið í nevndum, eins og hann hevur hildið fyrilestrar í fleiri londum her í Norðurhøvum.

Símun umboðaði fornfrøðina í Yvirfriðingarnevndini og í serligu nevndini fyri gamla býlingin í Havn. 

Á fráfaringarløtuni síðsta heyst varð hann róstur fyri - í Yvirfriðingarnevndini - at duga væl at finna javnvág ímillum at gera inntriv í náttúruna við skynsemi ella lata hana liggja órørda.

Tá Símun fylti 60 ár í 2008, heiðraðu starvsfelagarnir á Fornminnissavninum við einum heiðursriti, sum nevnist Símunarbók. Í henni greiða serfrøðingar frá fornfrøðiligum arbeiðum og rannsóknum í Norðurhøvum.

Í formælinum verður staðfest, at Símun hevði tann "serliga eginleika, at hann hevur lætt við at koma í samband við fólk og dugir at røkja hesi sambond, og hesum hevur stovnurin mangan notið gott av".

Símun tók fyrst hjágrein í fólkalívsfrøði í Keypmannahavn og las síðani miðaldarfornfrøði í Århus. Hann fekk starv á Føroya Fornminnissavnið í 1982 og fýra ár seinri fekk hann starvið sum leiðari fyri fornfrøðideildini.

Símun fekk tíðliga áhuga fyri fornfrøði, og í 1970 fekk hann arbeiði sum hjálparmaður á Fornminnissavninum, har hann eisini arbeiddi í lestrarárunum.

Símun Arge var sum persónur sera fryntligur og livandi. Hann og konan, Sigrid, hava í mong ár havt summarhús heima á Sandi. Hagar eru tey komin nógv og hava verið ein partur í tí staðbundna umhvørvinum. 

Væl dugdi Símun at miðla og harmiligt er, at hann ikki meira fær lýst tann fornfrøðiliga partin í Føroya søgu.