- Forsætisráðharrin eigur næsta leikin

Tað sigur Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Íslandi.

Íslendingar eru á gosi nú Panamaskjølini vísa, at teirra forsætisráðharri, Sigmundur Davið Gunnlaugsson, ikki hevur fortalt teimum allan sannleikan um fíggjarviðurskiftini hjá honum og konu síni. 24.000 fólk hava longu skrivað undir eina áheitan, har heitt verður á forsætisráðharran um at leggja frá sær, og seinni í dag er mett, at túsundtals av íslendingum luttaka í einum mótmælisgongu móti sitandi stjórn.


Petur Petersen er føroysku sendimaður í Íslandi. Hann metir, at tingvøllurin verður fullsettur í kvøld.


- Sendingin um málið varð send í gjárkvøldið. Tað hevur verið tosað eitt sindur um hetta áðrenn og okkurt er komi fram, men tá varð alt lagt fram um Panaman-lekan. Tá fór alt í sving og tá vit kannaðu tað fyri løtu síðani, var talið á undirskriftum til áheitanina at fáa forsætisráðharran frá farið uppum 24.000, og tað veksur alsamt.


- Tað verður ein tingfundur klokkan trý og ein mótmælisgonga verður á tingvøllinum klokkan 17, tá fólk fáa frí frá arbeiði. Løgreglan roknar við, at tað verður ein fullsettur tingvøllur her í Reykjavík.


Sendimaðurin greiðir frá, at avdúkingarnar eru óhepnar fyri forsætisráðharran tí tað hevur neiliga ávirkan á bæði gjaldoyra og politiska álitið.


- Forsætisráðharrin hevur tosað nógv um, at kapitalurin skal vera í landinum, so at hann styrkir um gjaldoyrað. Í løtuni er tað íslendski Seðlabankin, ið ásetir kursin, men meiningin er, at hann skal flóta frítt. Tað er so at meiri kapitalur er í landinum, sterkari virði hevur kursurin. So tað hevur nakað at gera við álit á gjaldoyra og á politisku skipanina. Tá man noktar fólkum at seta pening uttanlands, so er tað minsta, at man sjálvur ger tað sama ella í minsta lagi upplýsir, um teir hava pening aðrastaðni.


Sendimaðurin ivast í, um forsætisráðharrin hevur gjørt nakað ólógligt. Talan er heldur, um hann hevur handlað moralskt rætt.


- Forsætisráðharrin gjørdi tað, at hann seldi síni partabrøv ella ognir til konuna fyri ein dollara. Hetta var dagin fyri, at lógin um upplýsingarskyldu kom í gildi í 2009. Tá var hann ikki forsætisráðharri, men tað irriterar fólk, at hann hevur tagt um tað.


- Tað er ringt at fáa eyga á tað ólógliga í hesum, tað er í hvørt fall ikki eyðsýnt. Men tað moralska í tí er ringt at verja. Tað heldur andstøðan eisini, so mest sannlíkt kemur eitt misálit í dag.


Sambært sendimanninum, so er forsætisráðharrin í eini truplari støðu, men tað er hann, ið eigur næsta leikin.


- Stormurin er so kraftigur móti honum, at summi meta tað verða torført hjá honum at halda fram. Men tað er alt gitingar enn, og tað er vónleyst at siga hvat hendir fyrr enn tingfundur er.


- Tað eru fleiri møguleikar, har nýval bara er ein teirra. Val skal ikki vera aftur fyrr enn í 2017, so ein møguleiki er at umskipa stjórnina. Tað er ringt at meta um, men forsætisráðharrin eigur næsta leikin. Um hann veit, at eitt misálit er á veg, og undirtøka er fyri tí, so ger hann helst okkurt.