Forsetafrúa vil býta sundur ábyrgd fyri friðarætlan

Um tann friðarætlan, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur lagt fram, skal fremjast skjótari, eigur tað at verða upp til lond í vesturheiminum at býta punktini í ætlanini ímillum sín.

Urkainska forsetafrúan, Olena Zelenska, heldur, at Vesturheimurin hevur sitið á hondunum, tá tað snýr seg um at lata Ukraina vápn. Tað sigur hon í samrøðu í sambandi við búskaparliga toppfundin í Davos í Sveis.  - Foto: Arnd Wiegmann/Reuters

Tað er boðskapurin hjá ukrainsku forsetafrúuni, Olena Zelenska. Hon hevur sagt í samrøðu við sveiska blaðið Neue Zürcher Zeitung í sambandi við búskaparliga toppfundin, Heimsins Búskaparliga Forum (WEF), sum endaði í Davos í Sveis í gjár.

Ætlanin hjá Zelenskyj, sum varð løgd fram í november, fevnir millum annað um matvørutrygd, ein friðarsáttmála, afturtøku av russiskum hermonnum, trygd kring ukrainsk kjarnorkuverk og stovnan av dómstóli, sum skal kanna russiskar krígsbrotsgerðir.

/ritzau/Reuters