Forsøgnin framskundar fótbóltin

Kvinnur: 19. umfar er framskundað frá sunnudegnum og til í dag

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Triðsíðsta umfar í bestu kvinnudeildini er á skránni í dag. Sambært skránni var 19. umfar ásett at vera í morgin. Men vánaliga veðurforsøgnin er orsøk til, at tað fyrr í vikuni varð avrátt, at teir fýra dystirnir vera í dag.

 

Støðan undan dagsins dystum er henda

 

18143157845
NSÍ181143651637
HB181017522331
Víkingur18738553024
EBS/Skála18738352824
07 Vestur18729434023
B3618648412922
TB/FCS/Royn18001831770

 

 

 

Sum tað sæst, so er KÍ á fremsta plássi átta stig undan NSÍ, ið er einasta felagið, sum framvegis hevur møguleika at bjóða KÍ av í kappingini um FM.

 

Víkingur – KÍ: Jón Marni Johannesen kl. 16.00

 

NSÍ – TB/FCS/Royn: Arthur Højgaard kl. 15.00

 

EBS/Skála – HB: Dávid Waag Sjóstein kl. 14.00

 

B36 – 07 Vestur: Dávid Waag Sjóstein kl. 14.00 – her er okkurt mistak í yvirlitinum hjá FSF, tí tað ber ikki til hjá sama dómara at døma kl. 14 bæði á Skála og í Gundadali

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo