Forvitnislig steinrenning funnin í Bretlandi

Steinrenningin, sum er funnin har eysturi í Onglandi, er helst umleið 180 miljónir ára gomul.

Í februar í fjør fann granskarin, Joe David, eina sera forvitnisliga steinrenning við Rutland Water har eysturi í Onglandi.

 

Nú halda granskarar sambært Independent, at hetta er mest fullfíggjaða steinrenning, sum er funnin í Bretlandi.

 

Granskarar halda, at steinrenningin er av fornaldardýrinum - ichthyosaurinum - sum var eitt skriðdýr.

 

Steinrenningin, sum er tíggju metrar long, sigst vera umleið 180 miljónir ára gomul.   

 

Ichthyosaurarnir doyðu út fyri 90 mijónum árum síðan. Størstu sløgini av dýrinum vóru helst einar 25 metrar long, og tey smæstu vóru bert ein metur.

 

Sambært Independent eru fleiri steinrenningar av ichthyosaurum funnar í Bretlandi, men sum skilst er hetta størsta beinagrindin, sum nakrantíð er funnin í Bretlandi.

 

- Hetta er ein heilt einastandandi finning, sigur steinrenningarfrøðingurin, Dr. Dean Lomax, sambært Independent.