Fosturtøka er ikki nakað at kjakast um

- Vit mugu syrgja fyri at blanda alt í ein peruvelling, tá vit tosa um fosturtøku. Tá onkur er í støðuni, har fosturtøka kann koma upp á tal, er líkamikið hvat er rætt religiøst og ikki. Fosturtøka er ikki nakað mann skal diskutera um. Tað er ein álvarsligur trupulleiki, ið má loysast, sigur Heidi Andreasen, ið er við í leiðsluni í Aborthjálp

Aborthjálp er ein felagsskapur, ið hevur verið til í nøkur ár. Fyri kortum komu Heidi Andreasen og Jón Joensen við í leiðsluna í felagsskapinum, ið er stovnað av dønum, sum ikki meta at viðurskiftini í Føroyum eru virðilig fyri kvinnur, ið hava tørv á abort.

- Eg haldi als ikki at abort er nakað mann skal kjakast um. Tað er snøgt sagt ein trupulleiki, ið skal loysast. Hyggja vit eftir tí, so gloymir mann altíð kvinnuna í støðuni. Tað kann gott vera, at eg ikki hevði fingið mær abort av átrúnaðarligum orsøkum, men tá ein kvinna ynskir abort, má hon fáa loyvi til tess, tí um hon ikki fær hana, so gevur tað álvarsligar fylgjur, sigur Heidi Andreasen. Hon leggur afturat, at hvørja ferð mann tosar um abort í Føroyum, so blandar mann alt í ein peruvelling, sum endar við at onki hendir.


Grannalondini hava fría fosturtøku

Flestu lond kring okkum hava fría fosturtøku, men soleiðis er ikki í Føroyum. Vanligasta loysnin er at fara niður til Danmarkar at taka fosturtøku, og tað metir Heidi Andreasen ikki vera rætt.

- Øll grannalondini hjá okkum hava fría fosturtøku. Tað kann gott vera, at nógv fólk í teimum londunum halda tað vera skeivt at taka fosturtøku, men tey hava sæð fylgjurnar og hava góðtikið, at frí fosturtøka er einasti vegurin at loysa ein sera truplan trupulleika. Eg skilji ikki, at mann kann halda, at fólk byrja at hugsa háfilosofiskt, tá tey veruliga eru í einari so truplari støðu. Mann hevur jú eisini sæð, at kvinnur hava gjørt álvarsligan skaða á seg sjálvar, tá tær ikki hava vitað síni livandi ráð, tað er hesum vit mugu fyribyrgja, greiðir Heidi Andreasen frá.

- Tað líkist eisini svartasta ongum, at bara tey við pengum, kunnu hava fría abort, við at fara av landinum at taka hana. Tað má vera gjørligt hjá øllum, sum hava tørv á eini fosturtøku, at fáa hana við líka stórum møguleika, sigur Heidi Andreasen.


Vit mugu gerast meira opin

Í Føroyum verður fosturtøka vanliga duld sum mansmorð, vanliga verða flestu fosturtøkurnar gjørdar uttanlands, og í nýggjari kanning kemur fram at í mun til fólkatalið eru serstakliga fáar fosturtøkur í Føroyum.

- Tað er eitt tabu evni. Kanska fólk eru trýst av familjuni, men vit mugu tosað um tað, tí tað ber ikki til at føroyingar eru so bláoygdir at halda, at tørvurin á fosturtøku er minni í Føroyum enn aðrastaðni, leggur Heidi Andreasen dent á.


400 á Facebook eftir stuttari tíð

Fyri kortum stovnaði Aborthjálp ein bólk á internet síðuni Facebook, har fólk kunnu melda seg uppí ymiskar bólkar. Nú eru 400 føroyingar limir í bólkinum.

- Tá so nógv melda seg uppí, eftir so stuttari tíð, mugu vit ganga útfrá, at nógvir føroyingar eru fyri fosturtøku. Har er eisini ein annar bólkur á síðuni, ið er stovnaður at stuðla føroyskum kvinnum við fosturtøku, og har eru 800 limir, fortelur Heidi Andreasen.