Bólturin rullar á Rás2 frá klokkan 16 í dag. Heri Simonsen fer at spæla upptaktsprát fyrst. André Olsen fer at hava eitt panel, mannað við gomlum landsliðskempum, og vit fara eisini at sóla okkum í einari minniligari reportasju úr Pireus, tá vit vunnu 1-0 á grikkum.
Tróndur Arge og Jens Martin Knudsen fara at siga frá sjálvum dystinum Føroyar-Grikkaland, og áðrenn tað fer André at hava eitt ekspertpanel inni.
Aftaná dystin verður sendingin "Triði Hálvleikur" við m.ø. viðmerkingum frá umboðum fyri tað føroyska landsliðið. Í allan dag fara vit sjálvandi eisini at spæla mergjaðar landsliðssangir.