VIDEO: Fótbóltur er ein minni ítróttargrein í Litava - Kurvabóltur er risastórur

(Video) Litava hevur fleiri góð úrslit at vísa á í altjóða kurvabólti

Tá Litavar gjørdust evropameistarar í 2003

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Hóast tað búgva smáar tríggjar miljónir fólk í Litava, so er tjóðarleikvøllurin í Vilnius ikki størri enn Tórsvøllur. LFF leikvøllurin hevur pláss fyri 5.000 áskoðarum.

 

Fótbóltur er nevnliga ikki ein serliga stór ítróttargrein í Litava. 

 

Fakta er, at tað er bara ein stór ítróttargrein í Litava, og tað er kurvabóltur.

 

Litava hevur veruliga gjørt vart við seg á altjóða pallinum í kurvabólti, bæði í gamlari tíð og í nýggjari tíð.

 

Áðrenn landið bleiv innlimað í Sovjetsamveldið vann manslandsliðið hjá Litava á tveimum sinnum evropeiska meistaraskapið í kurvabólti. Tað var í 1937 og í 1939.

 

Í tíðini litaviskur kurvabóltur var partur av sovjetiskum kurvabólti millum 1947 og 1990 vóru fleiri litaviskir leikarar, ið mannaðu sovjetiska landsliðið. 

 

Aftaná landið bleiv frælst fullveldisríkið aftur í 1991 hevur eisini gingið framúr væl hjá manslandsliðnum í kurvabólti.

 

Litava gjørdist evropameistari í 2003, og teir vunnu silvur í 1995, 2013 og í 2015. Í 2007 vunnu teir bronsu.

 

Kvinnulandsliðið hjá Litava vann evropameistaraskapið í 1997, og silvur í 1938, so tær hava eisini nøkur góð úrslit at vísa á. 

 

Í 2010 vann manslandsliðið HM bronsu.

 

Litava hevur vunnið OL-bronsu á trimum sinnum. Í 1992, 1996 og í 2000. 

 

So tað er greitt, at føroyingarnir sum eru í Litava í hesum døgum koma ikki at møta so ræðuliga nógvum fólki, ið hava stóran áhuga í fótbólti. Kurvabóltur tekur næstan allar yvirskriftirnar í Litava.

 

HER ber til at síggja eitt innslag um mest minniligu løtuna hjá litaviska kurvabóltslandsliðnum. Hetta er frá OL-hálvfinaluni í Sidney í 2000, tá Litava var ein tvey-stigara frá at koppa superstjørnunum hjá USA. Allur heimurin - uttan amerikanarar - heppaðu á teir undirtippaðu litavarnar hesa løtuna: 

 

##med2##

 

 

 

 

 

Tá Litavar gjørdust evropameistarar í 2003