Frágreiðing:
Bartal Eliasen fær ein HB alboga í andlitið eftir hornaspark og fær sera ilt í nøsina av samanstoytinum. Hann steðgar á eina løtu og spælir síðani víðari. Eina lítla løtu seinni fær Bartal enn einaferð ein HB alboga í andlitið eftir hornaspark, men hesaferð verður hann liggjandi á vøllinum. Tað vísir seg, at hann bløðir illa í nøsini og má tí út av vøllinum at fáa hjálp. Meðan Bartal gongur av vøllinum, rópa nøkur HB viðhaldsfólk háandi orð eftir honum (m. a. bleiv rópt »at hann hevði gott av tí« o. s. fr.), og í frustrasión fáa HB viðhaldsfólkini »fingurin« frá Bartali. Bartal var ógvuliga frustreraður yvir at hava fingið ein alboga í andlitið tvær ferð innan heilt stutta tíð, og eftir at hava fingið slík orð frá áskoðarunum afturat, kókaði tað yvir hjá honum.
Leikbann:
Bartal Eliasen er ein leikari, ið nógv síggja upp til, og eigur tí altíð at vera fyrimyndarligur á vøllinum. ÍF nevndin góðtekur ikki at leikarar á Vodafoneliðnum hjá felagnum gera slíkt, og tí hava vit valt at geva Bartal Eliasen leikbann í dystinum ímóti EB/Streymi komandi sunnudag.
Umbering:
Ítróttarfelag Fuglafjarðar kann ikki standa inn fyri, at leikarar hjá felagnum gera slíkt, og tí vilja vit hervið geva HB og viðhaldsfólkunum hjá HB eina umbering fyri hendingina. Bartal hevur eisini góðtikið leikbannið, vit hava givið honum, og vilja vit hervið geva HB viðhaldsfólkunum eina umbering vegna Bartal sjálvan. Hann er ógvuliga harmur yvir at hann handlaði sum hann gjørdi.
Við fótbóltskvøðu!