Hesaferð var tað Súni í Eik, sum legði fyri. Hann knallaði rentuni niður frá 5,25 prosentum niður á 4,0 prosent. Hetta var sanniliga ein avsláttur, sum vil nakað.
Men Janus í Bankanum vildi verða betur. Hann læt sær ikki lynda, at hansara fyrrverandi høgrahond soleiðis freistaði trúgvar BankNordik kundar at gera sum Súni – og loypa yvirum til Eik. Tí smekkaði hann til aftur við at lækka rentuna eitt vet undir rentuna hjá Eik – og hetta ger hann beint meðan eigarin av Eik, tryggingarrisin á Kongabrúnni, hevur tíðindafund at kunngera metgóða úrslitið hjá samtakinum – m. a. takkað verið Eik-íløguni.
Soleiðis fekk hann flutt fokus, tí tað er altso meira spennandi, at sethúsarentan stúrtdýkkar, enn at Tryggingin tjenar pengar
Og so eru vit øll glað, tí hesi jassar eru so fittir.
Men hvørjar eru mekanismurnar, sum fáa hesar klædningsmenn at handla so? Er tað kanska í berum ovfarakæti, eins og tá bankastjórin í Suðri hinaferð knallaði rentuna í botn og kom við skáalanum, sum fingu sethúsaprísirnar upp til skýggja?
Ella er tað kanska tí, at so nógv fólk hava fingið sær donsk realkredittlán, at bankarnir rætt og slætt brenna inni við pengunum?
Tað kann bara vera gott fyri samfelagið, at fleiri pengar nú koma í umfar, hóast tað búskaparliga er eitt vandamál, um fólk fara at læna ov nógv til nýtslu. Flatskatturin gav so ikki nýtsluna, og hægri nýtslu skulu vit hava.
So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer – og kanska, vit halda, at vit duga betur hesaferð, hóast tað man vera ein sannleiki við modifikatiónum.