Vit í Sambandsflokkinum høvdu fund um hesi viðurskiftir áðrenn valið, og var semja um at pensiónirnar nú skuldu/ áttu at hækkast.
Pensiónin var/ er afturútsigld. Tað er eitt av okkara aðalmálum at tryggja okkara eldru eina sømiliga tilveru, tá ið tey røkka pensiónsaldri og fara av arbeiðsmarknaðinum.
Sambandsfloksins uppskot:
Vit settu tí (saman við javnaðarflokkinum) fram uppskot um at hækka pensiónirnar til tey sum bert liva av fólkapensiónini, við 1300 kr. um mánaðin hjá støkum og 1700 kr. um mánaðin hjá hjúnum.
Hetta hevði verið ein munadygg ábót, ið veruliga hevði hjálpt. Tað hevur kosta góðar 40 milliónir.
Havandi í huga at fólkapensiónirnar eru íroknaðar blokkinum, og somuleiðis hava verið prístalsreguleraðar í ríkisveitingini øll árini, har allar reguleringar hava verið settar úr gildi í Føroyum, er hendan upphædd í veruleikanum alt ov lág. Hon átti at verið hægri, og tí hevði Sambandsflokkurin av øllum flokkum á Tingi, besta tilboðið til pensionistarnar. Og tað eru vit ernir av.
Loysingarsamgongan feldi uppskotið um at hækka pensiónirnar:
Men samgongan (fólkaflokkurin, tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin) vilja at Føroyar skulu isolerast í Norðuratlantshavi. Uttanfyri ríkisfelagsskapin. Uttan ríkisveiting. Tá verður helst ikki ein króna til nakran pensionist og tí heldur ikki til nakra hækking.
Tí feldi samgongan hetta uppskot uttan drál. Føgur orð áðrenn valið - men ein óhugnalig gerð beint eftir valið. Teirra jólagáva til pensionistin var uml. 160 kr./mdr. Og tað munar sera lítið, tá ið vit vita at keypiorka teirra er minka við 25-30%. Ein prístalsregulering er ikki ein hækking, tí hon kompenserar bert príshækkingar.
Hví sigur samgongan ikki veruleikan?
Hví kunnu teir ikki upplýsa føroyingum veruleikan: at um teirra politiska eksperiment við Føroya fólki fer at eydnast, gerst óliviligt/óliviligari hjá stórum parti av Føroya fólki, millum annað pensonistunum?
Hví kunnu teir ikki upplýsa, at pensiónirnar og útbúgvingarstuðul helst fer at lækka ella fella burtur?
Hví ikki upplýsa at skattir og avgjøld fara at hækka?
Tað er loyvt at hava eina støðu í einum demokratiskum samfelag, men tilvita at fjala hvør konsekvensurin av førda politikkinum verður fyri veljaran, er ein brotsgerð. Og teir vita konsekvensin - longu nú. Nevniliga at vælferðarsalagið fer í knús.
Eitt skal vera vist. Sambandsflokkurin hevur ikki gloymt pensionistin. Vit fara aftur at gera eina roynd at bøta um teirra viðurkiftir. Innan ríkisfelagsskapin, ið hevur givið og gjørt Føroyum so nógv gott. Tað eru framhaldandi óteljandi møguleikar at menna og styrkja Føroyar innan Ríkisfelagsskapin. Til gagn fyri føroyingar allar og eisini pensionistin.
Samband og samstarv er loysnin fyri Føroyar
Sambandsflokkurin hevur eina nýtiliga loysn at bjóða føroyingum. Tað samfelagsskipan vit hava í dag - við áhaldandi og neyðugum ábótum. Tað halda vit er betri og meiri reelt enn skriviborðssamfelagið hjá samgonguni.
Tað samfelagsskipan vit hava í dag, við samstarvi innan ríkisfelagsskapin, virkar í verki:
Sjálvt samgongulimir eru ernir av, hvussu væl tað gongur í Føroyum innan Ríkisfelagsskapin í dag. Vit skulu bert stýra við ábyrgd, sum m.a. Sambandsflokkurin hevur gjørt seinastu árini. Tíverri orkaði Fólkaflokkurin ikki meira at føra ábyrgdarfullan politikk, eins og í seinastu samgongu. Nú skal enn einaferð (eins og í 80unum) experimenterast og gamblast við fullveldi og framtíð føroyinga.
Hví eiga føroyingar milliardir uttanlanda? Hví verður ikki investerað í Føroyum? Tí experimentera verður við einum føroyskum fullveldi. Hetta skapar ótryggleika og heldur íløgum burtur - bæði nú og framyvir.
Hevði Sambandspolitikkur verið førdur høvdu vit havt meira av íløgufúsum kapitali í Føroyum. Og Føroyar gjørdust meira sterkar á vinnarabreytini enn sum nú, har vit fara akandi niður eftir hálu og ótryggu taparabreytini.
Ikki tykist hetta at vera ábyrgdarpolitikkur - eins og viðferðin av pensiónistunum tíverri heldur ikki sýnir, at samgongan kennir sær stórvegis ábyrgd av tí aldursbólki, ið hevur slitið seg upp fyri hetta land.
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður