Arsenal tapti í dag 3-1 fyri Chelsea í toppdystinum í Premier League. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá Marcos Alonso skoraði til 1-0, eftir at hann vann luftdystin móti Hector Bellerin.
Síggj hendingina við at trýsta á pílin á myndini
Eftir dystin var ikki venjarin hjá Arsenal ikki nøgdur við málið, tí Marcos Alonso brúkar albogan í tvídystinum. Hann rakar Hector Bellerin í andlitið. Bretskir miðlar skriva, at spælarin hjá Arsenal fekk heilaskjálvta.
- Tað var hundrað prosent fríspark. Hatta er vandamikið spæl og Hector Bellerin visti ikki hvat støðan var eftir hendingina, sigur Arsene Wenger, men ásannar at Arsenal ikki hevði tað, sum skuldi til at vinna toppdystin.
Les eisini: Eden Hazard dribblaði Arsenal úr meistaraheitinum
Fyrrverandi stórspælarin hjá Arsenal, Thierry Henry, sum í dag arbeiðir fyri Sky Sports sigur, at talan ikki er um fríspark í støðuni.
- Um tú hyggur eftir støðuni sum óheftur, so taklar hann(Marcos Alonso, blað) støðuna rætt. Tað sær ikki gott út, men talan er um eina rættvísan luftdyst, men ferðin fær tað at síggja verri út, sigur Thierry Henry.
Arsene Wenger heldur eisini fyri, at dómarar leggja nógv størri dent at revsa vandamiklar taklingar á vøllinum, meðan spælarar sleppa ov nógv, tá talan er um luftdystir. Arsenal er nú 12 stig aftanfyri Chelsea.