Frá heimamarknaði til heimsmarknað

Forvitnisligt tiltak í Finsen í Havn 9. september

Hvat skal til hjá føroyskum fyritøkum fyri at náa út um landoddarnar? Hvat eyðmerkir okkara vinnumentan í mun til aðrar altjóða vinnumentanir? Og hvønn týdning hevur nýhugsan og íleggjaraumhvørvið í hesum sambandi?

 

Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið bjóða til ein spennandi seinnapart, har hesir spurningar verða viðgjørdir og har ljós verður varpað á heimsmarknaðin sum okkara heimamarkað.

 

Á skránni vera áhugaverdir fyrilestrahaldarar úr Tel Aviv, Ein av teimum er Osnat Lautman, ið er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir og hevur skrivað bestseljandi bókina “Israeli Business Culture”. Osnat fer undir heitinum “Building a Global Mindset” at greiða frá ymiskum vinnumentanum og hugleiða um hvat eyðmerkir føroysku vinnumentanina í mun til aðrar altjóða vinnumentanir.

 

Hin fyrilestrahaldarin úr Tel Aviv er Benny Shlick. Benny er íverkseti við drúgvum royndum innan start-ups, KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Harumframt er hann stovnari av “Innovation-Without-Borders”, og “IWB Diplomatic Forum”, sum arbeiðir fyri at fremja samstøv ímillum ísraelska vinnulívið og umheimin.

 

Benny fer at greiða frá, hvør orsøkin er til góðu úrslitini í ísraelska íverksetaraumhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna, og hvussu vit í Føroyum kunnu fáa íblástur frá hesum.

 

Harumframt fara framfýsnar føroyskar KT-fyritøkur at greiða frá teirra royndum og avbjóðingum á altjóða marknaðinum. Tað verða Peer Bentzen, stjóri í Nemlia, Bárður Háskor ein av stovnarunum av Farpay og Jákup Lamhauge CSO í Globetracker.

 

Tiltakið verður fríggjadagin 9. september frá kl. 13:00 – 15:30 í Finsen. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, tó er neyðugt við tilmelding. Melda til her: https://forms.office.com/r/i6HqvaSssa

 

##med2##