Frá NSÍ til Allsvenskan

Í 2021 spældi hann við NSÍ. Nú skiftir Jacob Trenskow til Kalmar FF i Allsvenskan

Bold.dk skrivar í dag, at fyrrverandi spælarin hjá NSÍ, 22 ára gamli Jacob Trenskow, hevur skift frá HB Køge til Kalmar FF í Allsvenskan, sum er besta deildin í Svøríki.

 

Hann kom saman við venjaranum Allani K. Jepsen til NSÍ í 2021. Tað var rúmur kritikkur av NSÍ, fyri at taka tveir ungar danskar spælarar inn á liðið. Hin var Mikkel Jacobsen, sum seinni fór til íslendskan fótbólt.

 

Jacob Trenskow spældi 25 landskappingardystir og skoraði seks mál í 2020. Hann var eisini við til at vinna NSÍ í steypafinaluna, sum NSÍ tapti móti B36.