Frakland eru heimsins bestu

Frakland hevur bara heimsins besta hondbóltslið. Danmark tapti bronsudystin ímóti Póllandi

Hondbóltur

 

Frakland gjørdist heimsmeistari í manshondbólti ígjár. Talan gjørdist um ein so greiðan finalusigur sum 24-19 til Frakland. Hetta hóast Kroatia var á odda 13-12 í steðginum, og hevði heilar 15.200 fanatiskar áskoðarar í rygginum í Zagreb Arena í Kroatia. Fraklendingar vóru kaldari tá saman um kom. Dysturin var javnur til 6 minuttir vóru eftir. Men tá løgdu fraklendingar seg framum við trimum málum, og Kroatia kom ongantíð fyri seg aftur. Fraklendingar stóðu sera væl í verjuni, og kroatar høvdu ikki evnir ella hugflog at spæla seg ígjøgnum tann franska verjumúrin. Toppskjútti hjá Fraklandi gjørdist Michael Guigou sum var tann heilt stóru upplivingin í finaluni, har hann skeyt heili 10 mál. Øll brotskøstini hjá honum sótu trygt.

 

HM og OL gull

Frakland hevur innanfyri 5 mánaðir vunnið bæði OL-gull og HM-gull, og tað er eingin ivi um, at næst á skránni er EM-gullið. Eitt privatflogfar er á veg eftir fronsku heimsmeistarunum, sum av trygdarávum ikki tora at hátíðarhalda heimsmeistaraheitið í Kroatia. Nógvir kroatiskir áskoðarar vóru vónsviknir, og summir teirra byrjaðu at blaka tendrarar o.a inn á vøllin. Danska dómaraparið í HM-finaluni, Lars Ejby Pedersen og Per Olesen høvdu tað alt annað enn lætt, men teir greiddu sína uppgávu væl, og teir hildu høvdið kalt í avgerandi løtum, sjálvt um teir kundu merkja eitt ræðiligt trýst frá tí stóru kroatisku áskoðarafjøldini. Stór semja er um, at Frakland er tað besta liðið í Heiminum, og at tað var fult uppiborið, at teir vunnu. Danmark slapp at smakka fronsku styrkina í hálvfinaluni. Og íslendingar sluppu at smakka hana í olympisku finaluni. Flestu veddingarfyritøkurnar høvdu Frakland sum favoritt áðrenn kappingina, og Kroatia sum nr. 2. Og tað helt

 

Einki metal til Danmark

Pólland vann HM-bronsudystin ímóti Danmark, og var talan um klassamun ímóti dystarenda. Talan bleiv um ein trivaligan pólskan sigur uppá 31-23. Fyrstu løtuni gekk kortini væl í hond hjá Danmark, sum var á odda 7-5. Danski venjarin, Ulrik Wilbek segði eisini við TV2 aftaná dystin, at Danmark kundi avgjørt dystin til sín fyrimun tað fyrsta korterið. Men póllendingar vendu dystin til sín fyrimun. Serliga Karol Bielecki fekk gongd á málskjótingina, og póllendingar tóku leiðsluna í dystinum, og kundu fara til hálvleiks við einari 14-11 leiðslu. Tað var bara tað unga talentið, Barcelona-spælarin, Mikkel Hansen, sum spældi ein góðan dyst fyri Danmark í dag, og skeyt hann eisini nógv mál. Men einsamallur kundi hann ikki lyfta uppgávuna, og tá 10 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, var støðan 21-15 til Pólland. Mikkel Hansen fekk næstan einsamallur hála Danmark uppá 22-24, men so fóru póllendingarnir aftur frá dønum, og komu uppá 22-29, og so var alt liðugt.

 

Vónbrotnir danir

Danir vóru vónbrotnir, og tað var Ulrik Wilbek sjálvsagt eisini. Thomas Mogensen kláraði heldur ikki at fylla skógvarnar hjá Jesper Jensen, sum playmakari, og tað fer danska ítróttarpressan uttan iva at skriva stórt um.

Ulrik Wilbek hevur vunnið 9 HM, EM og OL heiðursmerki, sum landsliðsvenjari hjá bæði danska kvinnulandsliðnum og manslandsliðnum í hondbólti. Tann tíggjunda má so bíða fyri fyrst. Frásøgumennirnir hjá TV2 bóru eisini uppá mál, at onkrir av eldru spælarunum fara helst at gevast á landsliðnum nú. Nøvn sum Kasper Hvidt, Lars Jørgensen og Lars Christiansen vóru havd á lofti.