Frakland hevur fingið fast undir føti

Fyri lítlari løtu síðani lendi flogfarið við franska landsliðnum, og nú er greitt, at landsdysturin verður spældur klokkan 16 (PORTALURIN À FLOGVØLLINUM): So er spurningurin svaraður. Landsdysturin ímóti Fraklandi verður spældur á Tórsvølli klokkan 16 í dag. Júst í hesi løtu lendi flogfarið við franska landsliðnum í Vágum.

Landsliðið fer beinleiðis í bussin og til Havnar, og saman við teimum fer stóri riðilin av fronskum tíðindafólkum.

FSF upplýsir, at sølan av atgongumerkjum verður frá klokkan 16.

Franska ferðalagið á flogvøællinum, sum fylgdi við í lendingini, tóktist ikki sørt skakað, og lendingin tóktist rættuliga harðlig. Men franska landsliðið hevur lent og er á veg upp í bussin.