Frakland vann Nations League

Nations League: Tað var undir umstríddum umstøðum, at Frakland knúgvaði Spania í finaluni

Heimsmeistarnir úr Fraklandi hava í kvøld vunnið Nations League kappingina. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Spania í finaluni, sum bleiv spæld í Italia. Avgerandi málið hevur fingið sinnið í kók hjá spaniólum, ið vóru sannførdir um, at talan var um rangstøðu.

 

Tað var Spania, sum kom á odda tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik. Mikel Oyarzabal megnaði at slíta seg leysan í brotsteiginum og sendi bóltin um á tvørs av Hugo Lloris og í málið. Bara minuttin seinni javnaði Karim Benzema fyri Frakland, tá hann krúllaði bóltin upp í handara málhorn frá brotsteigarmarkinum.

 

Nú var javnleikur og bæði liðini høvdu vandamilkar støður, men tað var Frakland, sum stjól sigurin. Theo Hernandez sendi Kylian Mbappé avstað. Verjan hjá Spania vildi hava rangstøðu, men kviki áleyparin umsetti til mál, áðrenn hann hugdi upp á linjuverjan. Her kom einki flagg og jubilin var stórur millum heimsmeistararnar, nú bara tíggju minuttir restaðu í.

 

Eftirfylgjandi myndir vísa, at Kylian Mbappé er rangstaddur tá Theo Hernandez avleverar, men rangstøðan verður kolldømd, tí Eric Garcia – miðverjin hjá Spania – tveitur seg eftir bóltinum. Her eitur tað, at gevur eina nýggja støðu, um ikki mótstøðuspælarnir hevur beinleiðis ávirkan á spælið.

 

Tað mettu dómararnir ikki, tí Kylian Mbappé rennur bara aftanfyri og órógvar ikki beinleiðis Eric Garcia í royndini at fáa bóltin. Liðskiparin hjá Spania, Sergio Busquets, skilur einki av tí heila.

 

- Um Kylian Mbappé ikki er har, so nýtist Eric Garcia ikki at fara eftir bóltinum. Tað gevur onga meining, sigur Sergio Busquets.

 

Frakland er nú heimsmeistari og Nations League vinnari.