Framgongdin hjá Ukraina heldur fram

Sambært Reuters hava russiskar keldur váttað framgongdina hjá ukrainska herinum fram við Dnipro ánni.

 

Sambært Reuters hevur ukrainski herurin framgongd fram við stóru Dnipro ánni.

 

Tíðindastovan veit at siga, at ukrainskar deildir í dag hava tikið landaøkir aftur frá russum har suðuri í landinum.

 

- Ukrainski herurin er farin um fleiri russiskar verjuskansar og hóttir nú veitingarleiðir hjá fleiri russiskum deildum, veit Reuters at siga.

 

Sambært tíðindastovuni hava russiskar keldur váttað framgongdina hjá ukrainska herinum fram við Dnipro.

 

- Ukrainar hava eisini tikið fleiri bygdir og býir aftur á vestur síðuni á týdningarmiklu ánni.

 

Eystari í landinum siga tíðindafólk hjá Reuters, at tey hava sæð ukrainskar deildir, sum taka seg ímóti týdningarmikla jarnbreytarbýnum, Lyman.

 

Lyman liggur í Donetsk-fylkinum, og tað var farna vikuskiftið, at ukrainskar herdeildir tóku býin aftur frá russum og vundu ukrainska flaggið á stong.