Tíðindaskriv
Í gjár kl 13 lat upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningin eru nýggj steinprent eftir Tórbjørn Olsen, Bjarne W. Sørensen, Bárð Jákupsson, Zacharias Heinisen og Trónd Patursson.
Somuleiðis eru eldri steinprent eftir m. a. Marius Olsen, Zacharias Heinesen, Roj Friberg og Olivur við Neyst.
Fríða Brekku, ið starvast á Grafiska Verkastað Føroya, hevur gjørt tekniblokkar og vatnlitablokkar av handgjørdum pappíri. Blokkarnir eru eisini til sølu á framsýningini.