Framtíðin bjørt – ferðslutrygdin svørt

Framtíðin er bjørt, segði nýggja landsstýriskvinnan í ferðslumálum, Bjørt Samuelsen, í lýsingum sínum uppundir valið. Men fyri ferðslutrygdina er framtíðin alt annað enn bjørt – hon er nevniliga svørt

Rúna Sivertsen

 

Hóast tað ferð aftan á ferð er gjørt vart við, at ferðsluvanlukkur eru størsta hóttanin ímóti fólkaheilsuni, er ikki eitt orð at finna um ferðslutrygd í samgonguskjalinum.

Í londunum rundan um okkum, hevur tað tikið sína tíð at fingið politikarar at fata, hvussu nógv ferðslan í veruleikanum krevur. Men so við og við, hava flestu lond tikið hetta í fullum álvara og hava sett sær fyri at gera alt, sum gerast kann, fyri at koma hesum vanda til lívs.

Tí var tað serstakliga skuffandi at síggja, at ikki eitt einasta orð er nevnt um ferðslutrygd í samgonguskjalinum.

Eg hevði veruliga væntað, at tað fór at verða øðrvísi, nú fleiri kvinnur vóru við í samráðingunum. Men so varð ikki.

Púra ørt

Tað er skelkandi, tí tað sigur eitt sindur um hugburðin hjá teimum, sum taka avgerðir í Føroyum , tá um ferðslutrygd ræður.

Og ivaleyst er tað hugburðurin, vit hava til ferðslutrygdina, ið er orsøkin til, at vit missa nógv fleiri lív í ferðsluni enn grannalond okkara.

Løgmaður hevur nýtt milliónir av krónum upp á eina visjón, sum skuldi gera Føroyar til mest framkomna land.

Men enn doyggja fleiri fólk í ferðsluvanlukkum í Føroyum, enn í nøkrum av hinum Norðurlondunum. Ein av orsøkunum til hesa syndarligu støðu er vantandi vilji frá politiskari síðu at taka ferðslutrygdina í álvara

Grannalond okkara hava satsað nógv á øllum økjum fyri at økja um ferðslutrygdina, og tað hevur eisini givið úrslit.

Men her hjá okkum verður ikki gjørt nóg mikið við ferðslutrygdina – og tað sæst tíverri aftur í syndarligu og álvarsligu ferðsluvanlukkunum.

Eiðasørt

Hyggja vit inn á heimasíðurnur hjá stjórnarráðunum í okkara grannalondum, er eingin endi á øllum tí skrivaða tilfari, ið finst um ferðslupolitikk.

Raðfestingin av ferðslutrygdarpolitikkinum í Føroyum er langt aftanfyri tað, sum vit vita um í okkara grannalondum. Gera vit ikki nakað veruligt við hetta, kunnu vit gloyma alt um at sammeta okkum við onnur framkomin lond.

Saman við Heimsbankanum hevur WHO latið gera eina felagsfrágreiðing um ferðslu. Í henni verður staðfest, at av øllum tí, ið vit hvønn dag hava við at gera, er ferðslan tað mest fløkta og vandamiklasta.

Frágreiðingin leggur dent á, at hættislig ferðsla og vegir eru ein álvarslig hóttan fyri fólkaheilsuna og framgongdina í øllum heiminum. WHO og Heimsbankin vísa á, at talið á skaddum í ferðsluni ikki kann góðtakast.

Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at eisini føroyskir politikarar taka sær um reiggj og gera nakað veruligt við ferðslutrygdina í Føroyum.

At enda vil eg ynskja Bjørt Samuelsen hjartaliga tillukku við landsstýrissessinum. Eg seti mína vón og álit á, at landsstýriskvinnan fer at raðfesta ferðslutrygdina munandi hægri enn undanfarnu landsstýrismenn hava gjørt.