Framvegis eingin smittaður

131 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar.

Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.134 kanningar. 

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.864 kanningunum.

Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.