Frankaríki tekur sendiharrar heim úr USA og Australia sum mótmæli

Stríð millum Frankaríki, Australia og USA er versnað við franskari avgerð um at taka sendifólk heim.

 

Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Yves Le Drian, hevur harðliga funnist at nýggju verjuavtaluni millum USA, Avstralia og Bretland Foto: Susana Vera/Reuters

 

 

Í kjalarvørrinum á vrakaðu kavbátaavtaluni tekur Frankaríki eitt stórt og sjáldsamt stig í diplomatiska stríðnum við USA og Australia – og tekur sendiharrar sínar heim úr hesum báðum londum.

 

Tað upplýsir franska uttanríkisráðið fyri The New York Times.

 

– Eftir boðum frá forsetanum havi eg gjørt av at biða sendifólk okkara í USA og í Australia koma heim til París at leggja ráð, sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Yves Le Drian, sambært amerikanska blaðnum.

 

– Hendan serliga avgerð kann rættvísgerast vegna serliga álvaran í teimum fráboðanum, sum Australia og USA  komu við 15. september, sigur hann.

 

Mikudagin varð ein nýggj verjuavtala millum USA, Bretland og Avstralia almannakunngjørd.

 

Hon merkti, at USA skal lata tøkni til kjarnorkubátar í Avstralia.

 

Avtalan hevur skapt vreiði í Frankaríki, sum nú hevur mist ein sáttmála um at lata kavbátar til Avstralia.

 

Tá avtalan varð undirskrivað í 2016, hevði avtalan eitt virði upp á umleið 230 milliardir krónur. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

– Tað er sum at fáa knívin í ryggin, segði Le Drian hósdagin.n

 

– Vit høvdu eitt álítandi viðurskifti við Avstralia. Hetta álit varð svikið.

 

Sambært The New York Times frættu franskir embætismenn ikki um avtaluna, fyrr enn beint fyri hon varð kunngjørd.

 

Nýggja avtalan ber eisini við sær, at avstralska cyperverjan skal styrkjast við amerikanskari hjálp.

 

Ein talsmaður fyri Hvítu Húsini sigur, at amerikanska stjórnin harmast Fronsku avgerðina.

 

– Tað er harmiligt, at Frankaríki hevur tikið hetta stigið. Vit vilja gera alt fyri at loysa hesa ósemju, sum vit hava gjørt áður, sigur talsmaðurin sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Stjórnin vónar, at evnið kann verið tikið upp á aðalfundinum hjá ST, sum byrjar í næstu viku.

 

Ein talsmaður fyri avustralska uttanríkisráðið sigur í nátt okkara tíð, at Avstralia eisini harmast svarið úr Frankaríki.

 

/ritzau/

 

Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Yves Le Drian, hevur harðliga funnist at nýggju verjuavtaluni millum USA, Avstralia og Bretland Foto: Susana Vera/Reuters