Franskir bankar, sum eru komnir í trupulleikar orsakað av skuldarkreppuni í summum av evrulondunum, fáa ikki hjálp úr tí almenna kassanum. Tað sigur landsins fíggjarmálaráðharri,Valerie Pecresse, við franskar fjølmiðlar.
-Ríkið fer ikki at seta pengar í franskar bankar, segði Pecesse, sum er talskvinna hjá stjórnini, tá tað snýr seg um fíggjarligar spurningar.
Valerie Pecesse leggur afturat, at teir fronsku bankarnir eru ikki so illa fyri, at teir ikki megna at loysa trupulleikarnar uttan at fáa hjálp frá tí almenna.