Franskur Trumpur stillar helst upp til forsetavalið

Tann høgravíðgongdi sjónvarpsviðmerkjarin Eric Zemmour fer eftir øllum at døma at stilla upp til forsetavalið í Frankaríki næsta ár.

Um vikuskiftið var mynd tikin av Eric Zemmour í Marseille, meðan hann gav eini mótmæliskvinnu, sum hevði fornermað hann, fingurin. - Foto: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix

Tann franski høgravíðgongdi sjónvarpsviðmerkjarin Eric Zemmour fer í morgin at boða frá, at hann stillar upp til forsetavalið í Frankaríki næsta ár.

 

Tað sigur ein sum starvast hjá honum.

 

Tann 63 ára gamli Zemmour, sum fleiri ferðir eru lýstur sum »tann franski Donald Trump«, hevur áður latið skilt, at hann fer at stilla upp, men hann hevur enn ikki vátta tað.

 

Væntaða fráboðanin í morgin kemur í kjalarvørrinum á meiningakanningum, sum vísa, at Zemmour hevur nóg nógvan stuðul til at bjóða sitandi forseta, Emmanuel Macron, av eins og høgraleiðaranum Marine Le Pen á valinum 10. apríl næsta ár.

 

– Eini boð til franska fólkið verða send út á okkara sosialu netverkum um middagsleitið í morgin, sigur talsmaðurin hjá Zemmour.

 

Tað er ætlanin, at Eric Zemmour verður í sjónvarpsstovuni hjá sjónvarpsstøðni TF1 umleið ta tíðina.

 

Harumfarmt eru fleiri av teimum, sum standa Zemmours nær, farin at brúka hashtaggið #Zemmourcandidat (Zemmour valevni, red.) á Twitter.

 

Eric Zemmour, sum hevur tveir dómar fyri hatskar framsøgnir, vónar, at boðskapur hansara um at steðga immigratión og islam í Frankaríki fer at tala til tey konservativu í landinum, sum er merkt av rasuligum og religiøsum spenningi.

 

Hann er ein tann kendasta og mest umstríddi viðmerkjarin í Frankaríki. Hann hevur millum annað rist navn sítt fast við at ávara um muslimsku »koloniseringina« av landinum.

 

Zemmour heldur, at islam ikki sampakkar við fronsk virði.

 

Marine Le Pen sigur seg ikki kenna seg hótta av høgravíðgongda kappingarneytanum.

 

– Eg haldi, at hann endar undir 10 prosentum, segði hon í síðstu viku.

 

– Við tí harðskapi og grimd, hann hevur, fær hann mína verkætlan at síggja enn penari út.

 

Emmanuel Macron, forseti, hevur enn ikki váttað, um hann fer eftir enn einum fimm ára skeiði sum forseti, um enn tað er tað, ið fólk vænta.

 

Miðskeiðis í oktober varð borgarstjórin í París, Anne Hidalgo, tilnevnd sum forsetavalevni hjá franska sosialistaflokkinum til valið í apríl.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

Um vikuskiftið var mynd tikin av Eric Zemmour í Marseille, meðan hann gav eini mótmæliskvinnu, sum hevði fornermað hann, fingurin. - Foto: Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix