“Vit hava nú roynt við blomstrum,
grundgivið, so bókasøvnini bólgna av viti,
vit hava smílst og heilsast,
lógvarnir gapa húðaleysir.”
...yrkir Jóanes Nielsen um politisku og sosialu støðuna í Føroyum.
Og hann hevur rætt. Tað eru ikki grundgevingar. Tað eru ikki royndir. Ikki tos. Ikki royndir at smíla pent og heilsa. Ella fyrireikingar okkum vantar í Føroyum til tess at skapa einar størri, rúmligari og samhaldsfastar Føroyar. Einar Føroyar, har vit kunnu liva við frælsi, sjálvsvirðing og sterkum samleika millum heimsins fjølbroyttu fólk. Og har hvør einstakur hevur somu rættindir og skyldur til at virka og liva og velja – uttan mun til hvussu vit eru fødd inn í henda heim og hvussu lívsleið okkara hevur lagt seg. Har ongin einstaklingur ella serstøk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir.
Tað okkum vantar er hinvegin ábyrgd, atgerð og avleiðingar. Ábyrgd, atgerð og avleiðingar, ið mugu – og bara kunnu – grundast á hugsjónir, virðir og mál. So at samsvar er ímillum virðini og gerðir okkara.
Og her hevur okkara politiska skipan svikið ferð eftir ferð. Meðan aðrir partar av samfelagnum hava ment seg og vaksið við ábyrgdini, hevur politiska skipan okkara støðugt latið seráhugamál, sjálvsøkni og ávísar bólkar mynda avgerðirnar, tá á stendur. Og harvið hevur politiska skipanin altíð máað burturav ábyrgdini, rættartrygdini og felagsskapinum – við djúptøknum avleiðingunum fyri alla tjóðina.
Studningsniðurskurður forðað skrædli
Vit eiga at fegnast um, at tað í undanfarna valskeiði eydnaðist et gera okkum leys av meir enn triðinginum av árliga gjaldinum fyri okkara egna sjálvræði og ábyrgd – og at fastfrysta hetta gjald.
Harafturat eydnaðist at støðga teimum uppskotum, ið vórðu løgd fram, um aftur at geva studning til fiskivinnuna.
Annars høvdu í dag 1,3 milliardir komið árliga úr danska ríkiskassanum inn í okkara búskap í dag – studningsmyllan til útvaldar vinnur hevði malið aftur – og vit høvdu longu verið farin út av eggini aftur.
Tey árini var samstundis peningur lagdur til viks og skuld niðurgoldin
Tey allarflestu duga at síggja í dag, at hetta er beinleiðis orsøkin til, at føroyski búskapurin kláraði at standa ímóti einum so stórum sveiggi, at alivinnan fór á heysin, rækjuflotin fór nærum allur, fiskaprísir minkaðu og oljuprísurin fór upp – alt í einum.
Vit kunnu siga við vissu, at tað einasta, ið hevur forðað fyri, at vit í hesum valskeiðnum hava endurtikið allan tann ábyrgdarleysa politikkin, ið elvdi til kreppuna í áttatiárunum, er at studningurin til vinnuna varð støðgaður og ríkisveitingin skorin og fastfryst.
Aftur á gamlar gøtur
Tað finnast neyvan dømir um politiskar og búskaparligar skipanir í vesturheiminum, ið hava verið fyri so djúpum kreppum við so órættvísum avleiðingum fyri tey veikastu, sum føroyska heimastýrisskipanin hevur verið karmur um.
So royndirnar hava vit beiskar. Tá skrædlini hava verið, hevur í eitt tíðarskeið kanska eydnast at læra av royndunum og gera onkrar broytingar. Kortini hevur søgan endurtikið seg, tá ein tíð er frálíðin. Tær somu politisku kreftirnar, ið umboða seráhugamálini, hava traðkað somu gøtur – og hava altíð megnað at lagt ábyrgdina aðrastaðni. Ja, enntá hevur oftast eydnast at gykla fólki fyri, at tey somu, sum havt størstu ábyrgdina av trupulleikunum, eisini skulu loysa trupulleikarnar, tey sjálvi hava skapt.
Heitið á hesum fyribrigdi og hesum politikki, kundu vit hóskandi rópt: “Frels okkum frá okkum sjálvum”.
Hetta er støðan í Føroyum í løtuni. Teir trupulleikar og tey mál, sum eru mest átroðkandi at loysa, hevur politiska skipanin sjálv skapt ella gjørt truplari í hesum samgonguskeiðnum.
Og tað stendur øllum greitt, at núverandi samgonga sjálvsagt ikki megnar at frelsa seg frá sær sjálvari. Og hon er ikki før fyri, at taka fremstu avbjóðingarnar upp fyri føroyska samfelagið. Hon er fastløst í einum politiskum talvi, har einstakir menn á borðinum kunnu skáka hinar í øllum málum, so at støðan verður ævigt remis.
Høvuðsmálini parkerað
Eg skal bert nevna nøkur av málunum, ið eru mest avgerandi fyri framtíð Føroya:
Okkara viðurskifti við umheimin, har vit hava bundið okkum føst í danska lóggávu, ið ger okkum til “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” og har øll nú duga at síggja, at hetta er ein spennitroyggja.. Vit hava onga atgongd til heimin sum føroyingar og sum Føroyar, og rena okkum í múrar allastaðni í altjóða samfelagnum. (Eisini embætisfólk landsstýrisins siga tað nú beinleiðis, at ríkisrættarliga støðan er størsta forðingin fyri at menna okkum úti í heimi.)
Búskapar- og fíggjarpolitikkurin, har allar lampur blunka reytt sambært landsstýrismanninum sjálvum. Fyrst og fremst orsakað av einum óumhugsaðum skatta- og avgjaldspolitikki og ongum langtíðarætlanum, ið kunnu gera búskapin óheftan. Vit hava í dag ein søguligan møguleika at sleppa okkum heilt av við blokkstuðulin og leggja upp fyri skiftum í búskapinum. Men vit reka fíggjarpolitikk sum “business as usual”, har vit spæla gávumildir veitarar til ymsar samfelagsbólkar: Tú ein lítlan – eg ein stóran.
Útlendingapolitikkurin, sum hevur verið ein sorgarleikur, og sum nú landsstýrismaðurin sigur seg vilja loysa við danskari ES-lóggávu. Uttan nakra samráðing við ES um at veita føroyingum somu treytir í ES.
Innan sosiala økið er tørvur á nýggjum atgerðum og nýhugsan bygt á hugsjónir um rættindi og skyldur, nú gjáirnar eru grivnar nógv djúpri millum samfelagsbólkar við rikna politikkinum.
Innan gransking, útbúgving og mentan, har ein heilt annar politikkur og drívmegi skal til. Ikki minst skulu vit hava fólk heim til Føroya – eitt nú av teimum 21.000 føroyingunum, ið búgva í Danmark og har kvinnur eru í stórum meiriluta.
Umhvørvispolitikkurin, har alt er fastlæst, og mál sum veðurlagsbroytingar og lívfrøðiligt margfeldni ikki hava verið tikin í álvara, men hinvegin øll uppskot feld.
Fiskvinnupolitikkurin og vinnupolitikkurin sum heild, har tað eru seráhugamálini sum ráða, og ikki ein fræls og liberal skipan, har jøvn kapping og somu treytir galda fyri øll og fyri allar vinnur. Ístaðin verða virðir forerd burtur og framíhjárættindi veitt – og ongin kann hava álit á neyðugu einskiljingunum, sum tær eru handfarnar av landsstýrinum.
Í javnstøðumálum, har vit skulu hava fleiri kvinnur inn har avgerðirnar verða tiknar.
Á pensiónsøkinum, har torast skal at lyfta lægstu bólkarnar upp og ikki tey, ið longu hava stórar pensiónir.
Á kommunala landkortinum, har nú má skerast ígjøgnum við framtíðar uppbýti og bygnaði millum land og kommunur.
Tí er greitt, at okkum tørvar eina uppgerð í føroyskum politikki. Vit mugu taka eitt val nú, so talvborðið kann ruddast og setast upp av nýggjum.
Alternativið er greitt
Tjóðveldisflokkurin er til reiðar. Vit hava greið mál, ið kunnu bera Føroyar inn í framtíðina. Vit hava enntá gjørt meira enn 100 ítøkilig uppskot, ið hava verið løgd fyri tingið seinastu 4 árini og eru klár at fremja. So her skuldu allir møguleikar verið fyri samstarvi við teir flokkar, ið vilja eina aðra leið í Føroyum, enn hana vit hava upplivað seinastu 4 árini.
Orsakað av fastlæstu støðuni í samgonguni, har lítlir áhugabólkar kunnu skáka hinar, hevur ikki eydnast at fáa meiriluta fyri flestu uppskotunum, hóast ongin ivi er um, at allarflestu tingfólk og fólk sum heild taka undir við teimum.
Eg kann bert nevna uppskotini um: Búskapargrunn; Tilfeingisbúð; at strika skattalættan; løgfrøði á Fróðaskaparsetrinum; stuðul til stakar uppihaldarar; øktar játtanir til gransking og mentan; at hækka lægstu fyritíðarpensjón, Kyoto-sáttmálan; at taka fult ræði á uttanríkismálum, útlendingamálum og loftrúminum; útjavningarskipan millum kommunur; uppskot um javnstøðu og rættartrygd.
Hesi uppskot eru feld upp til fleiri ferðir. Ístaðin verða rossahandlar og avgerðir, ið onga grundgeving hava, samtykt, hóast bert ein sera lítil partur av bæði tinginum og av fólkinum taka undir við teimum. (Lat meg bert nevna donsku ríkislógirnar, skúlaflytingar, skattalættar og fiskivinnulógarbroytingar). “Júmen, tað er ein semja í samgonguni” er afturvendandi mantraið – uttan mun til um allar grundgevingar tala ímóti.
Summarið hjá Láksáfoss niðurbart
Avleiðingarnar av ábyrgdarleysum politikki síggjast tíverri ikki fyrr enn rúma tíð eftir, at avgerðirnar eru tiknar. Tá hugsjónirnar og virðini verða slept, seyra tey spakuliga burtur. Fyrst fara hugsjónirnar og virðini. Síðani seyrar ábyrgdin burtur – úr øllum liðum. So sigrar líkasælan millum fólk. Vit verða rurað í blund við uttanumtosi. Til vit einaferð verða skrykt úr svøvni.
Vit hava nú fingið ein fíggjarmálaráðharra í hesari samgonguni, sum hevur sligið fast, at búskaparpolitikkurin hjá somu samgongu og hjá sínum egna flokki, hevur verið grundleggjandi skeivur. Djúptøknir ójavnar eru skaptir millum samfelagsbólkar og millum økir í landinum. Ístaðin er ferð koyrd á tey hjól, ið frammanundan mólu skjótast. Og hann hevur sagt seg verða samdan í øllum tí, sum andstøðan hevur ført fram og tekur undir við teimum uppskotum, ið andstøðan hevur lagt fram ár um ár, men sum eru feld.
Eg kann bert nevna uppskotið um Búskapargrunn, um at strika skattalættarnar, gera avtalur um fíggjarligt loft hjá kommunum, útjavningarskipan, at gera upp við rentustuðulin og annað. Hann hevur víst á, at útreiðslur eru fjaldar og lagdar uttanfyri fíggjarlógina. Ja, fíggjarmálaráðharrin hevur eisini sagt alment, at 2-300 mió. skulu finnast á fíggjarlógini at seta í Búskapargrunnin.
Tað man vera eindømi í heiminum, at ein stjórn hevur ein fíggjamálaráðharra, ið er so ósamdur við sína samgongu og so samdur við andstøðuni.
At hoyra Magna Láksáfoss í summar var eins og várið í Prag í 1968, tá fólk tordu at siga sína erligu hugsan og vildu hava broytingar í einari fastlæstari valdsskipan. Men alt bendir á, at summarið á Argjum 2007 hjá fíggjarmálaráðharranum gjørdist eins stutt og várið í Prag. Eftir ein samgongufund, er nú fast og fyribundið aftur, og samgongan skal ístaðin “royna at halda aftur í fíggjarlógini”. Vit vita øll, at hetta merkir, at onki verður gjørt.
Strika skattalættan og skriva út val
Tað er meiningsleyst og ábyrgdarleyst at lata heystið ganga, har tað bert verða valballónir og ymsar desperatar royndir hjá flokkunum í samgonguni at pussa onkrar skerdar fjaðrar mótvegis veljaranum, sum fara at mynda politisku skipanina.
Tað besta vit kunnu gera nú, er at semjast um at strika skattalættan fyri 2008, sum er samtyktur uppá nakkan av komandi løgtingi – sum ongin grundgeving finst fyri yvirhøvur – og síðani skriva út val.
Tástaðni kunnu vit vinna á líkasæluni.