Patti Davis, sum er dóttir fyrrverandi amerikanska forsetan Ronald Reagan, hevur stevnt Frelsunarhrinum, tí leiðslan har sýtti henni at halda ein fyrilestur, tí hon tekur undir við kyknukanningum.
Frelsunarherurin hevði biðið Patti Davis halda ein fyrilstur í Kalifornia tann 19. november, men herfyri fekk hon at vita, at hon sleppur ikki at halda fyrilesturin kortini, tí hon tekur undir við at loyva kyknukanningum, sum Frelsunarherurin er ímóti.
Patti Davis skuldi fáa 80.000 krónur fyri fyrilesturin, og nú hevur hon stevnt Frelsunarherinum eftir pengunum.