Friðarligir áskoðarar

Hóast bæði fótbóltur og striptease hava verið á skránni, boðar løgreglan frá einum friðarligum vikuskifti

Bæði fótbóltsákoðarar og striptease áskoðarar vóru í góðum hýri um vikuskiftið. Eisini skotsku áskoðararnir, ið helst høvdu væntað sær eitt betri úrslit móti føroyingum enn javnleik. Løgreglustøðirnar kring landið siga, at vikuskiftið hevur verið ógvuliga friðarligt. Tað hevur einki verið at gjørt út um tað vanliga, hóast bæði landsdystur og striptease vóru á skránni.Tvørtur ímóti var talan um eitt ógvuliga friðarligt vikuskifti.

Frá løgreglustøðini í Havn frætta vit, at onkur fullur maður varð koyrdur til hús, men at hetta er nakað, ið kemur fyri hvørt vikuskifti.

Løgreglan í Runavík merkti einki til, at landsdystur var á Svangaskarði leygardagin, annað enn, at skil mátti haldast á ferðsluni til og frá vøllinum. Av løgreglustøðini í Runavík verður sagt, at lagið var gott av áskoðarunum eftir fótbóltsdystin og onkur var, ið hevði eina lítla kenning, men fólk vóru sera friðarlig.