Friður á fold, men ikki í Tjóðveldisflokkinum

Finnbogi Ísakson
???????????????

Jólini eru í hondum, og tá er friður á fold og í menniskjum góður tokki. Tó ikki í Tjóðveldisflokkinum, sum heldur eykafloksting í dag við einum einasta punkti á dagsskránni: hvussu flokkurin skal bera seg at, tá hann vil sleppa av við sínar limir.
Reglurnar fyri, hvussu fólk kunna koyrast úr einum politiskum flokki, eru yvirhøvur ógreiðar í Føroyum. Kanska eru tær tað eisini í øðrum londum. Eg helt meg skilja á lagnum, at flokkurin Venstre í Danmark samtykti hvørki í landsnevnd ella á landsfundi at koyra fyrr-verandi borgarstjóran í Farum, Peter Brixtofte, úr flokkinum, eftir at fíggjargølan í Farum Kommune var komin fram í dagsins ljós. Valfelag floksins í Farum-økinum koyrdi Peter Brixtofte úr felagnum, og síðani fór hann sjálvur yvir í annan flokk á Fólkatingi, CD.
Nú eru tjóðveldismenn komnir eftir, at tað ber ikki til at hava ein flokk, sum ongar reglur hevur í viðtøkunum (lógunum) fyri, hvussu fólk kunna koyrast úr flokkinum. Eg havi ikki lógirnar fyri tey ymisku valfeløgini hjá flokkinum við hondina, og tí kann eg ikki siga, um útkoyringargreinar finnast onkustaðni, men eg haldi ikki.
Fyri mongum árum síðani vórðu lógirnar fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag gjørdar rættiliga restriktivar. Td kundu fólk, sum til eitt ella annað val stillaðu upp á øðrum lista enn Tjóðveldisfloksins, ikki vera limir í felagnum. Vit vita jú, at hóast politisk uppstilling er tann vanliga í høvuðsstaðnum, so hava uttanflokkalistar ikki verið óvanligir. Eg haldi meg minnast, at tjóðveldismaður, sum stillaði upp ella var stillari á uttanflokkalista, varð koyrdur úr felagnum. Avleiðingarnar eru vist ikki heilt burtur enn.
Á Internetinum havi eg kagað í skipanirnar fyri fýra teir størstu flokkarnar í Føroyum fyri at fáa at vita, hvussu teir sleppa sær av við fólk.
So vítt eg dugi at síggja hava Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tað til felags, at teir hava ongar reglur um útkoyring. Kanska hevur Fólkaflokkurin eina floksskipan, men eg havi ikki funnið hana á netinum. Kanska hava teir ongar skrivaðar reglur, og tað hevði ivaleyst hóskað best til ? sum ein vissur maður plagar at taka til ? ?ein liberalan, frílyntan flokk?. Sum nevnt framman fyri og í einari grein, eg fyrr havi skrivað, hevur Tjóðveldisflokkurin so ringar royndir av útkoyring, at flokkurin hevur vist strikað tær fáu paragraffirnar, sum vóru um útkoyring.
Sambandsflokkurin er ikki sørur á økinum, men ógreiður. Herfyri samtykti ein partur av nevndini í ?Føroya Væl?, sum er valfelag floksins í Suðurstreymoy, at Heðin Mortensen skuldi koyrast úr felagnum, tí hann hevði tikið av einum tilboði um at gerast borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Heðin Mortensen var sjálvur næstformaður í nevndini, men varð ? mær kunnugt - ikki boðsendur at koyra seg sjálvan út, og málið varð heldur ikki viðgjørt á limafundi í ?Føroya Væl?.
Í viðtøkunum fyri Landsfelag Sambandsfloksins stendur í § 12:
?Nevndin í einum felag kann sýta fyri at taka upp limir ella útihýsa limum, ið arbeiða ímóti endamáli felagsins. Limir, ið verða útihýstir, hava rætt til at fáa skotið avgerð nevndarinnar inn fyri aðalfundin. Í serligum førum kann ein útihýsing leggjast fyri Landsnevnd Sambandsfloksins.?
Heðin Mortensen kundi sostatt skotið avgerðina hjá ?Føroya Væl? inn fyri ?aðalfundin?, men eg dugi ikki at síggja tað orðið nevnt aðrastaðni enn í hesum eina førinum, so eg veit ikki, hvat ?aðalfundur? Sambandsfloksins er fyri nakað. Í serligum føri (hvat er tað?) kundi málið verið lagt fyri Landsnevndina.
Heðin Mortensen valdi tó at siga Sambandsflokkinum farvæl og í staðin melda seg inn í Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin hevur greiðari reglur. Í § 3 í lógum floksins stendur:
?1.petti. Øll sum góðtaka sosialistisku grundsetningarnar, soleiðis sum teir eru viðtiknir í grundsjónarmiðjum Javnaðarfloksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg sum lim í einum javnaðarfelag ella beinleiðis í flokkinum.
2. petti. Limur, ið mótarbeiðir grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins ella ikki fylgir galdandi floks- ella felagslógum, kann koyrast úr flokkinum.
3. petti. Avgerð hesum viðvíkjandi kann einans takast á landsstevnu /landsfundi við vanligum atkvøðumeiriluta.?
Reglurnar eru greiðar við tað, at fólk kunna antin tekna seg sum lim í einum av valfeløgum floksins ella í flokkinum. Tí er tað logist, at flokkurin á landsfundi kann koyra ein lim úr flokkinum.
Verri verður í Tjóðveldisflokkinum, um uppskot frá Starvsnevndini (tað stendur á netinum, men eg helt annars, at tað var samtykt, at tað skuldi eita ?Starvsstjórnin?) til broytingar í lógum floksins verður samtykt. Starvsnevndin skjýtur upp at skoyta upp í § 2:
?Um limur í einum av valdømisfeløgum Tjóðveldisfloksins í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og/ella virksemi Tjóðveldisfloksins ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verður útihýstur úr Tjóðveldisflokkinum. Floksting og eykafloksting Tjóðveldisfloksins kunnu útihýsa limum.?
Tað man vera fyri, at ongin skal ivast í, hvønn flokk talan er um, at ?Tjóðveldisflokkurin? verður nevndur 4 ferðir í hesum lítla petti. Annars seti eg hesar spurningar:
Hvør kann skjóta upp at koyra onkran úr flokkinum?
Hvat merkir ?í avgerandi mun?? Hvør definerar tað?
Hvat merkir at vera ?útihýstur??
Hvussu kann nakar verða ?útihýstur? úr einum flokki, tá ongin er limur í flokkinum?
Kunna floksting og eykafloksting koyra limir úr teimum einstøku valfeløgunum?
Tað má í minsta lagi kunna roknast við, at eykaflokstingið í dag greiðir hesar spurningar, áðrenn nakað eventuelt verður samtykt.
Mær dámar ikki, at fólk verða koyrd úr flokkinum, sum eg havi virkað til frama fyri meginpartin av lívinum. Eg haldi, at har skal vera høgt til loft og vítt til veggja.
Í Bretlandi gera teir stóru flokkarnir tað (ivaleyst ein óskrivað mannagongd), at ger onkur tinglimur beinleiðis okkurt, sum flokkurin ikki kann taka undir við, tekur flokkurin frástøðu frá tí, og hann verður settur í karantenu. Tá ein tíð er fráliðin, er hann aftur limur í tingbólkinum. Er tað vert at umhugsa eina slíka skipan?
Tað er ikki dámligt, tá høvuðsinnihaldið í virkseminum hjá einum flokki er at gera reglur fyri, hvussu fólk kunna verða koyrd úr flokkinum.
Tað er tekin um ómegd.