Ófriðurin í Keypmannahavn heldur fram

Tað brennur ymsastaðni í gøtunum í Keypmannahavn, og løgreglan brúkar táragass ímóti teimum, sum mótmæla, at tey ungu vórðu rikin úr ungdómshúsinum á Nørrebro í morgun. Higartil hevur løgreglan tikið umleið 160 fólk, og í kvøld vórðu tvey teirra varðhaldsfongslað fyri harðskap ímóti løgregluni.

Tað hava verið friðarligar løtur í dag, eftir at løgreglan brúkti táragass fyri at spjaða mótmælisfólkið, men í kvøld eru bál at síggja ymnsastaðni á Nørrebro, og løgreglan ásannar eisini, at hon hevur ilt við at fáa tamarhald á støðuni.

Á Christianshavn hava eisini mótmæli verið, men har tykist løgreglan hava steðgað ófriðinum, sigur danska útvarpið.

Júst nú er ein stór mótmæælisgonga á veg av Ráðhúsplássinum til Nørrebro, og løgreglan væntar tí, at ófriðurin fer at halda fram. Løgreglan í Keypmannahavn hevur sent boð eftir hjálp úr øllum landinum í kvøld.