Liðskiparin og metmaðurin á landsliðnum, Fróði Benjaminsen, hevur eftir øllum at døma spælt sín seinasta landsdyst. Ein skaði ger, at læknarnir hava givið Fróða Benjaminsen forboð fyri at spæla sunnudagin móti Rumenia.
- Fróði Benjaminsen spælir ikki. Læknarnir siga, at hann kann ikki spæla. Hesum virða vit, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Fróði Benjaminsen hevur spælt 86 landsdystir fyri Føroyar. Hann skuldi upprunaliga spæla sín seinasta landsdyst fyri Føroyar, tá Rumenia sunnudagin kemur á vitjan.
Nú er tíverri líkt til, at dysturin verður uttan 37 ára gamla Fróða Benjaminsen. Hóast tað kundi líkst stríðsmanninum á miðjuni, at spælt hóast nógva pínu, so leggur landsliðsvenjarin dent á, at tað eru læknarnir, ið hava seinasta orðið.
- Fróði Benjaminsen hevur verið til kanningar fríggjadagin. Boðini frá læknanum eru, at Fróði Benjaminsen ikki kann spæla, endurtekur Lars Olsen, tá hann verður spurdur um tað framvegis er ein møguleiki fyri, at hann verður á vøllinum.
Rás2 sigur frá landsdystinum millum Føroyar og Rumenia, sum verður sunnudagin klokkan 17 á Tórsvølli. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 14 við longri samrøðum við Lars Olsen og Christian L. Holst.